2020-02-19 16:50
Víkingur kunngjørdi í gjárkvøldið, at 18-ára Géza Dávid Turi hevur skrivað undir
Ungi miðvallarin hevur ungarskan uppruna. Pápin hevur sama navn. Geza Turi var í yvir tíggju ár málverji hjá besta liðnum hjá Vìkingi, har hann var við til at vinna sjey gullheiðursmerki og til at koma víðari í Evropa tríggjar ferðir.
Nú er "gamli Geza" málmansvenjari hjá KÍ og hjá U19-landsliðnum við dreingjum. Sonur hansara verður eisini róptur “Lítli Géza” í Víkingi, og hann er nú knýttur at fyrstaliðshópinum har komandi tvye árini.
Geza hevur seinastu tvey kappingarárini spælt 39 dystir í 1. deild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald