Fótbóltur

Myndir: Fyrsta venjingin á Tórsvølli

Føroyska manslandsliðið venur nú hvønn dag fram ímóti fyrstu Nations League-uppgávuni, sum verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 17.00.

Samuel Johansen Chukwudi og Hanus Sørensen eru komnir heim út ávikavist Eysturríki og Slovenia, har teir spæla fast (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Samuel Johansen Chukwudi og Hanus Sørensen eru komnir heim út ávikavist Eysturríki og Slovenia, har teir spæla fast (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2026-09-22 09:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ikki allir vandur við, og ikki allir vandu fult, men nú er landsliðið loksins savnað í sambandi við fyrireikingar til kappingardystir.

Tað hevur tað ikki verið síðani november. So spenningurin er stórur, hvussu Føroyar fara at standa seg í Nations League, har í minsta lagið 2. plássið í bólkinum man vera málið.

Føroyska liðið vandi á Tórsvølli í gjár og skal eisini venja í dag, mikudagin, hósdagin og fríggjadagin. Leygardagin kemur Kasakstan á vitjan til lykladyst

Dystarskráin:

26. september
Føroyar – Kasakstan  (Tórsvøllur / kl. 17:00)

29. september
Moldova  – Føroyar  (Chisinau / 17:00)

2. oktober
Føroyar  – Slovakia  (Tórsvøllur / 19:45)

6. okt.
Kasakstan A – Føroyar A (Astana / 15:00)

Sambært dimma.fo búgva landsliðsspælarar heima fyrstu dagarnar - farið verður ikki á gistingarhús fyrrenn mikudagin. Talan er jú eisini um eitt landsliðsvindeygað, sum er longri enn vanligt.

Sí myndir frá venjingini í gjár niðanfyri, sum Hans Erik Danielsen tók fyri FSF:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder