
Mánadagin varð hann á fyrsta sinni úttikin til landsliðið, og í gjárkvøldið spældi Geza David Turi loksins sín fyrsta kappingardyst fyri Grimsby Town.
23-ára gamla miðvallaran var, eins og leygardagin, í dystarhópinum hjá League Two liðnum. Hann skuldi aftur byrja á bonkinum, men sjúka rakti ein annan miðvallara hjá Grimsby, og umleið tveir tímar fyri dystarbyrjan fekk Geza David Turi at vita, at hann skuldi byrja inni móti Notts County - elsta yrkisfelagnum í heiminum.
Mynd: Grimsby Town
Á veg inn á vøllin
Hetta var fyrsti kappingardystur hjá honum síðani oktober í fjør, men nummar 19 hjá Grimsby fær góð skoðsmál frá viðmerkjarum og fjepparum. Venjarin David Artell kallaði eisini avrikið hjá Geza "excellent" (framúrskarandi), og at víkingurin veruliga vísti, hvussu góður spælari hann er.
Sí video niðanfyri (frá 2.41) - ella HER
David Artell og Geza Turi eftir at føroyingurin er útskiftur (Mynd: Grimsby Town)
Geza Turi hevði millum annað eitt gott skot, sum Notts County máverjin bjargaði. Útiliðið legði seg á odda tíggju minuttir efftir steðgin og David McGoldrick økti til 2-0 móti endanum á Blundell Park.
Hetta var fyrsta tapið hjá liðnum síðani 25. januar. Grimsby er á 8. plássi í fjórðbestu ensku deildini 36 umfør eru spæld, og man roynir at røkka minst 6. plássinum (tvey stig frá). Hetta hevur play-off pláss um uppflyting.
Grimsby tekur móti Salford City leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald