
Tað er beint undir ein mánaði síðani, at Geza Turi varð kunngjørdur í Grimsby Town, eftir at felagið í fjórðbestu deildini í Onglandi keypti hann leysan frá føroyameistarunum.
Miðvallarin, sum á pappírinum gjørdist føroyingur fyri kortum, hevur tó enn sín fyrsta kappingardyst til góðar. League Two hevur koyrt í fulldrøn í februar, og Grimsby hevur vunnið allar sínar fýra dystir, men Geza fekk ikki endaliga sítt arbeiðsloyvi í Onglandi uppá pláss fyrrenn í seinastu viku.
Hann hevur so at siga ikki spælt dyst síðani í oktober, og høvuðsvenjari hansara, David Artell, staðfesti fyri viku síðani, at Geza Turi ikki kann spæla nógvar minuttir heilt enn. Tað er kropsliga støðan ikki heilt til.
Geza fekk tó virðismikla tíð týsdagin, tá Grimsby spældi ein "afturlatnan" venjingardyst móti Lincoln City, sum hevur sítt besta lið í triðbestu ensku deildini.
Føroyingurin stóð seg væl og legði upp til eitt mál í 2-0 sigrinum. Hann spældi 50 minuttir.
Sum skilst verður Geza David Turi møguliga á fyrsta sinni í í dystarhópinum til kappingardyst tá Grimsby seinnapartin í morgin, leygardagin, vitjar Cheltenham. Hann ferðast til Glouchestershire við hópinum í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald