
Í 1. umfari í gjár vunnu Geza Turi og teir 3-1 á Shrewsbury í "minnu" ensku steypakappingini, Carabao Cup.
Føroyingurin spældi fullan dyst og stóð seg ógvuliga væl við millum annað uppleggi til fyrsta málið.
Til ber at síggja uppleggið hjá Geza og hæddarpunkt her
Les eisini: Geza Turi tók av í enskari steypakapping
Í kvøld hevur lutakastið til til 2. umfar ceið. Grimsby hevði nakrar góðar ítróttarligar møguleikar, men tá ellivu Premier League-feløg komu í pottin eisini, vóru nøkur spennandi lið við, í mun til upplivingar.
Grimsby og Geza fingu tað størsta av øllum hesum: Manchester United.
Geza í dysti í Grimsby. Um tvær vikur tekur nummar 15 móti liðnum, sum endaði á 15. plássi í Premier League í fjør (Mynd: Grimsby Town)
Eins og pápi hansara gjørdi í Champions League í 2002, skal "lítli Geza" nú royna seg móti Manchester United. Hetta sum stórur "underdog".
Geza David Turi er United-fjeppari og skal seinni í mánaðinum, vónandi, spæla hendan stóra dystin fyri Grimsby.
Uppgerðin verður á Blundell Park. Dagfestingin er ikki endaliga ásett, men helst verður tað mukudagin 27. august, um júst tvær vikur.
Ruben Amorim og hansara menn vitja skjótt Grimsby (Mynd: EPA)
Dagført: 22.16
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald