Fótbóltur

Gilli heldur møguliga fram í bestu norsku deildini

Start úr næstbestu deildini og Odds úr Eliteserien hava víst 28-ára gamla tvøramanninum áhuga. Landsliðsleikarin er sáttmálaleysur og hevur fleiri tilboð úr ymsum londum.

Gilli Rólantsson - her til landsliðsvenjing á Tórsvølli - er skrásettur fyri 97 dystir og 10 mál í Eliteserien (Mynd: Sverri Egholm)

Gilli Rólantsson - her til landsliðsvenjing á Tórsvølli - er skrásettur fyri 97 dystir og 10 mál í Eliteserien (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-22 13:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fýra og eitt hálvt ár var Gilli Rólantsson knýttur at Brann Bergen. Samstarvið endaði fyri beint yvir einum mánaði síðani - eftir samanlagt 111 dystir. 

Sí eisini: Góðar løtur hjá Gilla í Brann

Tvøramaðurin skoraði 10 mál í 97 dystum í Eliteserien, og tað er framvegis áhugi fyri hansara dygdum í Noreg. Umboðsmaðurin hjá Gilla hevur váttað fyri fvn.no, at tað hevur verið samband millum hann og IK Start, ið Todi Jónsson áður hevur spælt fyri. Start flutti í fjør niður úr bestu deildini. 

Odds, betri kent sum Odd og fyrr Odd Greenland, endaði á 7. plássi. Hetta var trý pláss frammanfyri Brann, og Odds BK fekk sjey stig fleiri, enn liðið ið Gilli Rólantsson Sørensen spældi á. Lokalblaðið í Skien, har felagið hevur heimstað, skrivaði í gjár, at føroyski landsliðsleikarin møguliga er á veg til Odds. 

Harvið bendir ymiskt á, at Gilli heldur fram í norskum fótbólti - møguliga í fremstu deildini. Í løtuni er hann sáttmálaleysur og heldur seg í gongd sjálvur. Gilli Rólantsson sigur í dag við Portalin, at hann hevur fleiri tilboð úr ymsum londum, og at tað snýr seg um at velja rætt. Landsliðsleikarin dugir ikki at siga, nær hann fer at koma til eina avgerð.

Gilli Rólantsson kom í heyst uppum 40 A-landsdystir fyri Føroyar. Hann hevur spælt yrkisfótbólt uttanlands síðani 2014, og tað fer hann at halda fram við. Hetta staðfesti 28-ára gamli tvøramaðurin fyri Portalinum fyri einum mánaði síðani. Tá segði Gilli eisini, at hann vónaði at sleppa út um Skandinavia at spæla, og hetta vil hann helst framvegis.

 

placeholder
placeholder