Fótbóltur

Sjónband: Góðar løtur hjá Gilla í Brann

Landsliðsleikarin skoraði tíggju mál í 97 dystum í bestu deildini í Noreg, og fleiri av teimum vóru sera góð. Nú leitar tvøramaðurin eftir nýggjum avbjóðingum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-12-29 18:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir fýra og eitt hálvt ár í Bergen hevur Gilli Rólantsson Sørensen nú riggað av. Samstarvið millum 28-ára gamla tvøramannin og Brann er komið at enda eftir næstan fýra og eitt hálvt ár og samanlagt 111 dystir.

- Jeg har en følelse av ubetinget takknemlighet for en uforglemmelig tid i Bergen, hvor alle har tatt imot meg med åpne armer. Jeg har prøvd å gi alt for klubben og byen hver eneste dag, og det har vært et privilegie å få lov til å være en del af denne flotte klubben. Til alle spillere, trenere, ledere, fans, samt alle som har vært en del av Brann - takk for en fantastisk tid. Hold hodet høyt, og fortsett å tro på at det beste fortsatt ligger foran os. 4,5 år - 111 kamper og mange andre fantastiske minner, oppturer som nedturer, tar jeg med meg videre nå! Tusen hjertelig takk alle.

Soleiðis skrivaði Gilli Rólantsson á sosialu miðlunum fyrr í mánaðinum. Sjónbandið omanfyri er nú millum jól og nýggjár lagt út á hansara Facebook-vanga. Har eru málini hjá landsliðsleikaranum fyri Brann í Eliteserien við - millum annað er eitt móti Rosenborg, og fleiri at málunum hjá skjóta manninum, sum fyri tað mesta spældi á vinstra vongi eru heilt góð. Lagið ið koyrur er tað, ið er til rópið sum Brann-fjepparar hava til Gilla. Tað kann hoyrast heilt til seinast.

Tað var eitt sindur upp og niður við spælitíð hjá Gilla Rólantssyni í Bergen. Hetta árið hevur verið hart við korona og øðrum, og nú leitar hann eftir nýggjum felagi uttanfyri føroysku landoddarnar. 

Les eisini: 

Gilli: Eg vóni at sleppa út um Skandinavia at spæla

- Tungt ár í Brann

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder