Tað eru ikki so nógv jalig ting hjá føroyska liðnum at taka við eftir 0-3 tapið fyri Kekkia á Tórsvølli í gjár. Føroyar høvdu einki skot yvirhøvur frammanfyri teimum beint yvir 3.000 áskoðarunum, og Kekkia var nógv betur á so á øllum økjum.
Føroyar fingu eisini eitt leikbann við sær. Hetta nevndi Håkan Ericson til seinast í samrøðurni við Portalin eftir dystin, har hann noyddist at viðurkenna, at Føroyar aftur bara vóru greitt við undirlutan, og at nógv kann gerast betri.
Sí eisini:
Samrøður:
Håkan: - Møta einum liði sum er nógv betri enn vit
Sølvi Vatnhamar: Vit bíta slett ikki frá okkum í dag
Viljormur Davidsen: Standa bara og taka ímóti og megna ikki at halda uppá bóltin
Talan er um Gilla Rólantsson Sørensen, ið hevur fingið tvey gul kort. Tað er markið í EM-undankappingini, har átta dystir verða spældir. Gilli var ein av heili seks føroyskum spælarum, sum fekk ávaring í Moldova í mars.
Í gjár fekk vongbakkurin, sum varð fluttur longur fram tá, einasta gula kortið í dystinum, tá hann royndi at vinna bóltin av Tomas Soucek í kekkiska brotsteignum. Ístaðin kom Gilli til at traðka á kekkiska liðformannin úr West Ham United.
Hetta var ein av fáu ferðunum, at føroyska liðið var nær við at fáa ein veruligan málmøguleika. Hendingin merkir, at 30-ára gamli tvøramaðurin við 63 landsdystum noyðist at sita uttanfyri týskvøldið, tá Albania vitjar.
Hanus Sørensen í verjustøðu móti Kekkia í gjárkvøldið. Havnarmaðurin avloysti Jóannes Bjartalíð í 58. minutti, og tá var nú leikbannaði Gilli Rólantsson fluttur longur fram (Mynd: Jens Kr. Vang)
Harvið kemur Brandur Hendriksson Olsen helst á dómaraseðilin. Tað var skálvíkingurin ikki í gjárkvøldið. Helst merkir leikbannið hjá høgra (vong)bakkinum eisini, at Hanus Sørensen byrjar inni í undankappingardystinum.
22-ára gamli HB-bakkurin spældi beint yvir hálvan tíma móti Kekkia. René Shaki Joensen kann eisini spæla plássið, men tað er helst upplagt, at Hanus er á tí móti Albania, tá Føroyar skulu reisa seg.
Sí eisini:
Myndir: Føroyar - Kekkia
Dystarfrásøgn: Einki skot og eingin spenningur móti kekkum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald