Fótbóltur

Gjørdi sjálvmál móti United "við vilja" - hoyrdi nógv um stórtalentið Gerrard

Í 1998 var ein ungur Jákup á Borg tvær reisur til royndarvenjing hjá Liverpool. Tað er sjálvandi ikki nakað, ið núverandi B36-venjarin hevur gloymt, og hann hevur greitt Portalinum eitt sindur frá sínum upplivingum.

Hann hevði eina glæsiliga fótbóltsyrkisleið í Føroyum - fyri 22 árum síðani var tað als ikki óhugsandi, at Jákup á Borg fór at fáa sáttmála við mæta Liverpool FC (Mynd: Sverri Egholm)

Hann hevði eina glæsiliga fótbóltsyrkisleið í Føroyum - fyri 22 árum síðani var tað als ikki óhugsandi, at Jákup á Borg fór at fáa sáttmála við mæta Liverpool FC (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-01 14:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Eg var fyrst har i seks dagar har tað gekk framúr væl. Eg spældi við eykaliðnum, har leikarar sum Robbie Fowler, David James, Jason McAteer og Stig Inge Bjørneby vóru við. Tað gekk somikið væl, at teir bóðu meg koma yvir aftur eftir kappingina í Føroyum.

Árið er 1998, og ein 18-ára gamal havnarmaður fer til Liverpool til royndarvenjing. Hetta árið gerst hann toppskjútti í bestu føroysku deildini. Jákup á Borg skorar 20 mál í 18 dystum í 1. deild. Árið fyri er hann við í 15 dystum, tá barndómsfelagið hjá tá 17-ára gamla leikaranum vinnur FM fyri fyrstu ferð í 35 ár. 

Eftir sera væleydnaða kappingarárið fer Jákup á Borg aftur at royna seg í einum av heimsins størstu feløgunum - Hesaferð í heili fýra vikur. Tað gongur tó ikki ikki líka væl hesaferð, og støðan í Liverpool er spent og serstøk: 

- Alt sum gekk væl fyrru ferð, kiksaði seinnu ferð. Tað var júst tá nýggju venjingarvallirnir blivu tiknir i bruk í Liverpool, og var tað har, Roy Evans segði okkum farvæl.

Roy Evans er føddur á Merseyside, uppvaksin í ungdómsdeildunum í Liverpool, og tann seinasti av monnunum úr "The Boot Room" *, ið stóð á odda fyri Liverpool. Fyrst í fýra ár einsamallur og síðani saman við Gerard Houllier. Skipanin við tveimum høvuðsvenjarum kom í lag á sumri 1998, men helt bert fram til november - tað var júst tá, at Jákup á Borg var í felagnum: 

- Evans for úr starvið sjálvur, og Houllier tók yvir sum einsamallur høvuðsvenjari. Eg minnist, at Evans kom við inn til allar ungdómsleikararnar og segði farvæl við grátirødd 

* Boot Room er kent sum staðið og skipanin við Liverpool-venjarunum, sum ráddi ígjøgnum besta tíðarskeiðið hjá felagnum í sjeyti og áttati-árunum. Hetta var við Bill Shankley, Bob Paisley og Joe Fagan sum høvuðsmonnum.

Ungi føroyingurin búði so at siga á sjálvum leikvøllinum hjá Liverpool FC:

- Eg búði í einum rekkjuhúsum sum bert var sjey metrar frá Anfield - tað var bara ein smalur vegur millum húsini og leikvøllin. Tað var inni hjá einari eldri konu, og mítt kamar peikaði ímóti Anfield. Eg haldi, at øll hesi hùsini eru vekk ì dag.

Jákup á Borg er sjey mánaðir eldri enn Steven Gerrard. Maðurin við 61 landsdystum, 392 dystum, 153 málum (var met í trý ár og stórar tríggjar mánaðir) og sjey FM í fremstu føroysku røð, vandi ongantíð saman við størsta Liverpool-leikaranum í nýggari tíð, men hann minnist, at stór orð vórðu søgd um 18-ára gamla miðvallaran: 

- Gerrard var a ungdómsliðnum tá, men var hann nógv skaddur, og hann vandi tískil mest fyri seg sjalvan beint tá. Men allir leikararnir søgdu, at hasin Gerrard, hann fór at blíva til nakað.

Eitt heilt serligt hjá Jákup á Borg er, at hann er stórur Manchester United-fjeppari. Hann hevur fleiri ferðir seinastu árini verið til dyst á Old Trafford, men fyri 22 árum síðani spældi hann í Manchester. Har vísti hann, hvat lið í Onglandi hjarta veruliga brennur fyri: 

- Fyrru ferðina eg var til royndarvenjing, spældi eg dyst móti U18 liðnum hjá United í Manchester. Eg minnist ikki úrslitið, men haldi vit spældu javnleik 1-1 og eg skoraði sjálvmál - við vilja...

Hetta sigur Jákup sjálvandi í skemti, og tað er eisini í líknandi tóna og vendingum , at hann hevur greitt frá, hví hann ikki skrivaði undir sáttmála við Liverpool:

- Eg plagi at fortelja ungu B36'arum, at eg fekk bjóðað ein monster sáttmála við Livepool, men mítt stóra United hjartað segði bums nei.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder