Fótbóltur

Glasir og FSF gera mun í Bolivia

Bolivia Hjálpin á Glasi stuðlar árliga skúla í Cochis, og Fótbóltssambandið var eisini við í verkætlanini í fjør, sum hevur givið úrslit.

Tey á skúlanum við bóltununum, ið FSF stuðlaði, og sum hjálptu TAEPO at vinna skúlameistaraheiti í fótbólti
(Mynd: FSF)

Tey á skúlanum við bóltununum, ið FSF stuðlaði, og sum hjálptu TAEPO at vinna skúlameistaraheiti í fótbólti (Mynd: FSF)

2019-03-05 07:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ein 30-ára gomul føroysk menningarverkætlan í lítlu bygdini Cochis í fátæka landinum Bolivia. Hvørt ár verður peningur savnaður inn, og hann fer til handverksskúlan í bygduni.

Tað er Glasir, ið tekur sær av innsavnani, og næmingarnir gera eitt stórt arbeiði fyri Boliva-hjálpina. Í morgin fara allir næmingarnir á Glasi út at arbeiða fyri verkstaðsskúlanum TAEPO í Bolivia. Hvørt ár fer munagóð upphædd og útgerð avstað, og í 2017 fóru næmingar sum høvdu Miðlakunnleika á Glasi til Boliva. Har varð ein filmur gjørdur, ið lýsir verkætlanina og hvat peningurin fer til. Filmurin kann síggjast her

Fótbóltssambandið spældi eisini ein leiklut í innsavnani í fjør. Boliva Hjálpin fekk umsøkn um at fáa fótbóltar til skúlan, men peningur, ið var oyrmerktur til annað, var longu farin til Suðuramerika. FSF traðkaði til og og stuðlaði við 30 bóltum. 

FSF skrivar, at tey ungu fór beinanvegin at venja við bóltinum, og tað gav úrslit: TAPEO vann Boliviameistaraheitið í fótbólti fyri skúlar, og hetta vakti ans í miðlunum í Bolivia.

Tað ganga í dag 230 næmingar á skúlanum. Her kunnu tey fáa eina útbúgving, sum svarar til okkara HTX.

Les meira og sí fleir myndir á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder