Fótbóltur

Glenn Ståhl farin til hús

Samstarvið millum NSÍ og Glenn Ståhl er endað, boðar felagið frá í kvøld.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-29 21:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Glenn Stål er ikki longur partur av venjaratoyminum hjá NSÍ. Hesum boðar NSÍ frá á heimasíðuni í kvøld.

Hann er annars fyrsti venjarin sum hevur ført NSÍ víðari í Europa League, og í landskappingini hevur liðið eisini klárað seg væl, og liggur á triðja plássið við 47 stigum. Eitt stig aftanfyri KÍ, sum tó hevur spælt ein dyst færri.

49 ára gamli sviin kom til NSÍ undan kappingarárinum í ár, og gjørdi annars tvey ára sáttmála. Kappingarárið 2018 var hann venjari hjá TB/FCS/Royn.

Lokal venjaraloysn

NSÍ skrivar á heimasíðuni, at ein lokal venjaraloysn er sett at taka sær av NSÍ liðnum, til ein onnur loysn er funnin.

Nevndin hevur ikki fleiri viðmerkingar, sigur NSÍ á heimasíðuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder