Fótbóltur

Glenn tekur yvir fyri Guðjón í Runavík

Fyrreverandi venjarin hjá TB/FCS/Royn hevur skrivað undir ein tvey-ára sáttmála við Løkin.

Glenn Ståhl, her á odda fyri TB/FCS/Royn í dysti í Gundadali í fjør

Glenn Ståhl, her á odda fyri TB/FCS/Royn í dysti í Gundadali í fjør

2019-10-29 15:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næstan beint eftir at NSÍ kunngjørdi, at samstarvið við íslendska Guðjón þórðarson er steðgað, bórust tíðindi um, at nýggjur høvuðsvenjari er settur.

Les eisini: 
Guðjón hevur sagt upp í NSÍ

Felagið boðar á sínari facebook-síðu sínari frá, at NSÍ og sviin Glenn Ståhl hava gjørt ein tvey-ára sáttmála.

Glenn er 48 ára gamal, og hann er ikki ókendur í føroyskum fótbólti. Í 2018 stóð hann á odda fyri suðuroyarliðnum.

Glenn Ståhl varð settur í samband við NSÍ í vetur, áðrenn Guðjón varð settur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder