
Guðjón þórðarson er ikki longur høvduðsvenjari hjá NSÍ. 64-ára gamli íslendingurin kom til felagið í vetur og førdi NSÍ til bronsuheiðursmerkið og hægsta stigatalið, ið felagið hevur fingið síðani sítt einasta FM-heiti í 2007. 18 sigrar og tríggir javnleikir góvu 57 stig, men tey seks tapini, serliga tey bæði móti KÍ og B36 á heimavølli í september, kostaðu í FM-stríðnum, sum NSÍ var ein partur av leingi.
Guðjón og NSÍ gjørdu ein tvey-ára sáttmála farna vetur, men í dag boðar NSÍ frá at felagið og venjarin eru vorðin samd um at enda samstarvið eftir ynski frá venjaranum.
Fotbolti.net skrivar, at Guðjón þórðarson hevði møguleika at siga upp, eftir at fyrra árið av sáttmálanum var av, og tann møguleikan hevur hann brúkt. Orsøkin er, at venjarin krevur ein betri sáttmála men tað væntar hann ikki at fáa. Guðjón þórðarson váttar eisini fyri miðlinum, at hann hevur søkt um starvið sum A-landsliðsvenjari hjá Føroyum
Les eisini: Glenn tekur yvir fyri Gudjón í Runavík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald