Bodø/Glimt leikararnir kunnu vera glaðir fyri, at teir vunnu fyrra dystin 3-0, tí tað manglaði ikki nógv í hjá KÍ í kvøld.
Ulrik Saltnes lat ikki væl at eftir dystin.
- Hetta var eitt sera vánaligt avrik av okkum. Eg haldi ikki eg havi møtt einum so hart arbeiðandi liði sum KÍ, segði hann við miðlafólkið hjá sínum felagi.
- Tað var pínligt at vera við til hetta, sigur hann.
- Hetta var tíbetur ein lærupengi, sum ikki fekk avleiðingar, sigur Ulrik Saltnes sum saman við Bodø/Glimt hevur vunnið seg víðari í Champions League við einum samlaðu 4-3 sigri.
Sí eisini: Myndir: Sensatiónin lúrdi við Djúpumýru
Hoyr samrøðuna sum Bodø/Glimt hevur gjørt við Ulrik Saltnes:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald