Fótbóltur

Góður føroyskur fyrri hálvleikur í Pólandi

Føroyar trýstu sterka polska liðið eina løtu, men í 2. hálvleiki í fyrsta EM-undankappingardystinum sást munurin á liðnum týðiliga, og Póland vann 28-16.

Marita Mortensen kom inn, skoraði trý sera góð mál útifrá, og varð vald til besti føroyski leikarin í kvøld (Mynd: Rankinis)

Marita Mortensen kom inn, skoraði trý sera góð mál útifrá, og varð vald til besti føroyski leikarin í kvøld (Mynd: Rankinis)

2019-09-25 21:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar settu í kvøld hol á undankappingina til EM 2020, tá Póland tók ímóti í Kwidzyn. Polska liðið var risafavorittur, og Føroyar komu til Pólands við einum ser a ungum liðið. Tað eydnaðist tó at spæla upp ímóti Pólandi í seinnu hálvu av 1. hálvleiki. 

Sum væntað sat Póland á dystinum frá byrjan, tó at nøkur góð ting vóru í føroyska verjupartinum. Álopspartinum var sera trupul at fáa at koyra ígjøgnum dystin; polska verjan var mannað við høgum og stekrum leikarum, og tí var tað sera tungt hjá okkara leikarum. Høga og skotsterka Durita Jojic á høgra bakki, mest royndi leikarin á føroyska liðnum, kundi heldur ikki spæla so leingi í álopinum orsakað av trupulleikum við økslini. 

Tað koyrdi tó heilt væl eina løtu, har verjan og Annika F. Petersen í málinum høvdu gott tak á, og har serliga Marita Mortensen, ið var komin inn á vinstra bakk til sín fyrsta undankappingardyst, smekkaði tríggjar bóltar í málið. Eina løtu var 8-6 men polska liðið ressaðist áðrenn hálvleik. 

Føroyar komu væl út til 2. hálvleik, men so steðgaði álopi fullkomiliga upp. Málverjin hjá Póllandi fekk fatur á fleiri bóltum, tekniskar villur vóru ikki heilt fáar av, og tað mesta sum gav úrslit kom frá gjøgnumbrotunum hjá Súnu K. Hansen og brotskøstini hjá Mariu H. Weyhe, ið øll vóru trygg. Í hinum endanum sá tað lætt út hjá Pólandi, ið vísti kynismu, dygt og sína styrki. Munurin øktist so líðandi.

Tað gjørdist ikki heilt ljótt, og kvinnurnar hjá Ágúst Jóhannsson hava fleiri jalig ting at taka við. Liðið eru undir uppbygging, og fleiri leikarar fingu sín fyrsta dyst í einari undankapping. Millum annað byrjaði 17-ára gamla Lív S. Poulsen, sum spælir við Herning Ikast, inni á høgra vongi. Lív fekk eitt mál. Fríða á Dunga og Halla Midjord komu eisini inn. 
 
Sunnudagin klokkan 17 verður dystur í Høllini á Hálsi, har Rumenia, ið vann 27-24 á Ukraina fyrr í kvøld, kemur á vitjan  

EM-undankapping - bólkur 7, 1. umfar
25. september, Kwidzyn
Póland - Føroyar 28-16 (12-8)

Føroyar byrjaðu á hendan hátt: 
Annika Fríðheim Petersen -  Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen - Durita C. Jojic, Súna Krossteig Hansen, Pernille Brandenburg Kristianna Henneberg Joensen, Turið Arge Samuelsen

Dystargongdin: 
5.min: 
3-1
10.min: 5-2
15.min: 7-3
20.min: 8-5
25.min: 10-7
35.min: 14-9
40.min 17-11
45. min: 20-12
50. min: 23-12
55. min: 25-14

Málskjúttarnir:
Maria Halsdóttir Weyhe 4 (4)
Marita Mortensen 3
Súna Krossteig Hansen 3
Durita C. Jojic 2
Turið Arge Samuelsen 2
Marianna Geirsdóttir Eystberg 1
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1

Dagsins leikari (vald av EHF): Marita Mortensen

Bjargingar: 
Annika Fríðheim Petersen 8
Margit Weihe Frímundsdóttir 1


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder