Oyggjaleikir 2023

Myndir: Góðveðursdagur í St. Peter Port

Høvuðsstaðurin á Guernsey er ein sannur ferðafólkabýur.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-07 12:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroysku ítróttafólkini, og tey lutfalsligu fáu ferðafólkini, sum lukkaðust at finna innivist í sambandi við oyggjaleikirnar á Guernsey, njóta dagin í dag í sera góðum veðri.

Hitin var væl oman fyri 20 stig fyrrapartin og ikki eitt skýgg á himmalinum yvir Ermasundi.

Ítróttafólkini brúka dagin í dag til róligar venjingar áðrenn kappingarnar byrja av álvara sunnudagin.

Høvuðsstaðurin í Guernsey eitur St. Peter Port, ein hugnaligur býur, sum – í hvussu so er um summarið – er merktur av ferðafólkavinnuni. Nógvir bretar leita sær til kanaloyggjarnar fyri at halda frá á einum av nógvu baðihotellunum, sum liggja fram við strendurnar.

Myndamaður okkara, Jens Kr. Vang, var fyrrapartin ein túr í hugnaliga St. Peter Port og tók nakrar stemningsmyndir, eitt nú av økinum fram við havnina, har setanarhátíðarhaldið í annaðkvøld fer fram.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder