- Av øllum møguleikunum so er greitt, at tað vóru mótsstøðulið, ið síggja uppaftur sterkari út enn hetta. Vit kundu gott peika á fleiri onnur lond, sum vóru í hesum pottinum, sum vit helst vildu sleppa undan.
Soleiðis sigur Peter Bredsdorff-Larsen í viðtalu við Portalin viðvíkjandi HM-lutakastinum í dag. Seinnapartin gjørdist greitt, at Føroyar skulu spæla móti Norðurmakedónia í play-off umfarinum í mai.
Sí eisini: Á pappírinum eitt frálíkt føroyskt lutakast
Teir báðir dystirnir avgera, hvat av liðunum kemur til HM-endaspælið næsta ár. Breið semja var um áðrenn, at Norðurmakedónia var millum bestu møguleikarnar fyri Føroyar í lutakastinum - helst var tað júst liðið, ið føroyingar allarhelst skuldu ynskja sær at møta.
Kundu hitta eitt av hesum 11: Slovenia, Ungarn, Portugal, Eysturríki, Ísland, Holland, Spania, Montenegro, Kekkia, Pólland og Norðurmakedonia.
Sí eisini:- Ógvuliga ymiskt hvat vit kunnu møta
Soleiðis varð, og Føroyar sluppu undan millum annað Spania, Ungarn og Íslandi. Peter Bredsdorff-Larsen viðgongur, at hetta var eitt "ok lutakast" fyri Føroyar, men landsliðsvenjarin slær tó fast, at talan verður um eina torføra serliga uppgáva - serliga í seinna dystinum á útivølli:
- Øll liðini í pottinum eru ógvuliga sterk, og Norðurmakedónia hevur nógva altjóða góðsku á liðnum. Nú fingu vit heimavøll fyrst, og tað er heilt víst, at tað verður trupult at avgera tað í Norðurmakedónia, har áskoðararnir eisini eru væl við.
Nú skulu tit fyrireika tykkum nærri uppá mótsstøðuliðið, men hvat áleið fara Føroyar at møta?
- Tað eru nógvir sterkir spælarar og millum annað ein tungur strikuspælari. Tað er við legenduni Kiril Lazarov sum venjara. Vit skulu syrgja fyri at vera heilt væl fyrireikaðir til uppgávuna og til at royna at skaka Norðurmakedónia í mai.
Royndi danin var í 2012 við til at vinna á dramatiskan hátt á júst Lazarov og makedónum í lykladysti í EM-endaspælinum. Hetta var lyklasigur hjá dønum, sum vunnu hetta EM-endaspælið. Tá var Peter Bredsdorff-Larsen hjálparvenjari - nú leggur høvuðsvenjarin hjá Føroyum dent á, hvussu langt man er komin:
- Tað í øllum førum fantastiskt, at vit sum Føroyar eru tveir dystir frá einum møguligum HM-endaspølið. Tíðin er farin frá slíkum innleiðandi dystunum, sum vit til dømis spældu fyri tveimum árum síðani, og tað skyldast úrslitunum. Tað er hugtakandi og motiverandi at vera partur av, sigur venjarin at enda.
Fyrri dysturin verður á heimavølli - tann seinni á útivølli. Tann fyrri verður mikudagin 8. mai ella hósdagin 9. mai á Hálsi. Endalig dagfesting kemur helst í næstu viku - óvist er enn, nær atgongumerkjasølan byrjar. Tann seinni verður leygardagin 11. mai ella sunnudagin 12 mai (tríggir dagar vera ímillum dystirnar) Samanlagdi vinnarin skal spæla í HM-endaspælinum í januar 2025.
Dystirnir í avgerandi HM-umfarinum eru:
8/9 mai: Føroyar - Norðurmakedónia
11/12 mai: Norðurmakedónia - Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald