Hondbóltur

Grannarnir dystast um seinna finaluplássið

Kyndil og Neistin hava vunnið hvør sína hálvfinalu - í kvøld fellur endaliga avgerðin.

Kyndil var omaná týskvøldið. Harvið verður spælt aftur í kvøld og alt er uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil var omaná týskvøldið. Harvið verður spælt aftur í kvøld og alt er uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-08 15:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týskvøldið vann Kyndil 22-19 og syrgdi harvið fyri, at ein triðja hálvfinala er neyðug fyri at finna mótstøðuliðið hjá StÍF í FM-finalunum hjá kvinnum.

Kyndil endaði sjey stig frammanfyri grannarnar í grundspælinum í SMS-deildini, men tær í bláum sigraði í hálvfinalunum í steypakappingingini og í fyrstu FM-finaluni móti grannunum.

Tað er tískil ilt at peika á ein favoritt í kvøld. Bæði liðini vilja leggja nógv fyri, fyri at koma í finalurnar og lagt er upp til eina sera tætta og spennandi triðju hálvfinalu.

Fyrsta bríksl í Høllini á Hálsi verður klokkan 19.00. Vit verða á staðnum við myndatólinum. Dysturin kann stroymast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. 

Í Vági spæla Stjørnan og VB triðju hálvfinaluna í niðara endaspælinum. VÍF bíðar í finaluni hjá vinnaranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder