Fótbóltur

Grannastríðið í Gundadali er sera javnt

Síðani 2013 eru 16 dystir - tveir triðingar av innanhýsis dystunum - ímillum B36 og HB endaðir við javnleiki.

Aftur í gjár endaði tað við javnleiki í grannauppgerðini  - Mynd: Sverri Egholm

Aftur í gjár endaði tað við javnleiki í grannauppgerðini - Mynd: Sverri Egholm

2019-08-06 11:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið hendi tað aftur. HB og B36 deildu stigini í einum landskappingardysti. HB var omaná og nærri við, men einki mál kom, og eftir tríggar innanhýsis landskappingardystir á rað við einum vinnara vendu liðini aftur til at spæla javnleik.

Les eisini: Málleysir grannar
Sí myndir frá dystinum

Tað byrjaði veruliga í 2013. Í árunum frammanundan hevði eina liðið í flestu førunum verið omaná í einstøku árunum; t.d vann B36 allar dystirnar í meistaraárinum 2011. Fleiri dystir vóru tó sera javnir, og javnan endaði tað við stigdeiling, tá grannarnir hittust.

Í meistaraárinum hjá HB í 2013 eydnaðist tað ikki at knógva B36 í teimum trimum dystunum. Árið eftir gjørdist B36 meistari eftir ein harðan tvídyst við júst HB, ,en tað vóru teir reyð-svørtu ið høvdu yvirtakið í innanhýsis uppgerðum: HB sló B36 út av steypakappingini, og órógvaði meistaraveistluna hjá grannunum á seinasta degi við 2-1 máli í yvirtíðini.

[object Object]
(Tættir dystir, nógvir inntensitetir, og rok innímillum - Mynd: Sverri Egholm)

Í 2015 høvdu meistararnir úr sunnara enda í Gundadali yvirtakið. Frá mitt í 2016 til tíðliga í 2018 spældu grannafeløgini í Havn átta ferðir ímóti hvørjum øðrum, og allir hesir dystirnir endaðu við javnleiki eftir 90 minuttir. Harímillum vóru tvær spenanndi hálvfinalur í steypakappingini, og har endaði B36 við at vera omaná við níggju monnum í longdu leiktíðini. Liðið hjá Jákupi á Borg var eisini tveir mans í undirtali í steypafinaluni í 2018 og vann eftir brotssparkskapping. Annars vann HB tveir dystir í sínum suverena meistaraári í fjør.

Liðini hava vunnið fýra dystir høvr, eftir 90 minuttir, seinastu góðu sjey árini. Sí yvirlit her: 


2013: 
1-1
3-3
2-2

2014: 
1-1
2-2
B36 - HB 1-2
(1.umfar í steypakappingini: HB - B36 3-2)

2015:
HB - B36 1-3
1-1
HB - B36 1-2

2016: 
B36 - HB 3-2
0-0
2-2

2017: 
2-2
2-2
1-1
(Løgmanssteypið - 1. hálvfinala: 1-1, 2. hálvleikur: 1-1 (eftir 90 minuttir) 

2018: 
1-1
HB - B36 2-1
B36 - HB 1-3
(Steypafinalan: 2-2 eftir 90 minuttir)

2019:
B36 - HB 2-1
0-0

Samanlagt: 24 dystir, 16 javnleikir, 4 sigrar hvør 
(B36 hevur líka yvirtakið í steypakappingini við hálvfinalusigri eftir longdari leiktíð og finalusigri eftir brotssparkskapping)


Kelda: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder