Fótbóltur

Grannaupgerðin í Gundadali kann fáa alstóran týdning

HB og B36 eru bæði væl við í FM-stríðnum, ið er gróthart. Verður ein vinnari funnin í kvøld, tekur hann oddasessin.

HB og B36 bresta saman aftur í kvøld - Mynd: Sverri Egholm

HB og B36 bresta saman aftur í kvøld - Mynd: Sverri Egholm

2019-08-05 14:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár spældu Víkingur og NSÍ frálíkan oddadyst. Tað var allatíðina inntensitetur í Sarpugerði, har Víkingur var omaná í 1. hálvleiki, men har NSÍ síðani vendi 0-2 til 3-2, har avgerandi málið kom í yvirtíðini.

Les meira: NSÍ vendi oddadystinum í 2. hálvleiki

Í kvøld er aftur lagt upp til eitt brak, tá HB og B36 spæla sína grannauppgerð nummar tvey í ár. Tað er nakað meira av trýsti á HB, ið hevur eitt stig færri og ein dyst meira, og sum hevur nakað at løna aftur, tí B36 vann 2-1 í 4. umfari.  

Betrideildin 17.umfar
Gundadalur, 05.08
HB - B36 (18:00)

Støðan í oddinum: 
1. NSÍ (35 stig) 15 dystir
2. Víkingur (35 stig) 17 dystir
3. B36 (34 stig) 15 dystir
4. HB (33 stig) 16 dystir
5. KÍ (32 stig) 14 dystir

B36 koppaði oddaliðnum Víkingi á ólavsøku, og dagin fyri vann HB 3-0 á TB. Harvið byrjaðu bæði liðini seinnu hálvu væl. Hjá serliga B36 var tað umráðandi, tí tað var ein dystur ímóti einum av kappingarneytunum. Higartil hevur bert Víkingur mist av oddaliðunum eftir steðgin, men nógvir stórdystir koma nú, og hetta er ein av teimum, ið kann seta kósina fyri liðini. 

Føroyameistararnir eru ikki so langt frá, har teir ynskja at vera, men um FM aftur skal í hús, so er dysturin í kvøld, ið varð fluttir til mánadkvøld orsakað av Europa League-luttøkini hjá felagnum, ein lykladystur. HB skal spæla í Runavík sunnudagin, so eitt fet ella tvey skulu helst ikki missast hesa vikuna, tí liðið hjá Heimiri hevur færri stig, men ein dyst fleiri enn komandi mótstøðuliðini. 

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Sjálvsálitið hjá B36 er helst høgt eftir góða sigurin ólavsøkuaftan. Í mun til innanhýsis dystin ímóti grannunum so telur sigurin frá fyrr í ár eisini upp. B36 hevur annars havt sera trupult við at vunnið á HB seinastu árini; oftast er tað enda við javnleiki.

Hjá B36 er Erling Dávidsson aftur eftir leikbann, meðan Símun Samuelsen er úti hjá HB. Teitur Matras Gestsson er tøkur aftur, og René Shaki Joensen spældi sínar fyrstu minuttir aftur í HB-troyggjuni í Belfast.

Lagt er upp til ógvuliga spennandi dyst í Gundadali í kvøld. Vit dagføra frá dystinum, hava myndir og taka samanum.  


(19:00) ÍF - KÍ 


Í gjár: 

Víkingur - NSÍ (2-3)
7’ Sølvi Vatnhamar 1-0
35’ Sølvi Vatnhamar 2-0
47’ Peder Nersveen 2-1
77’ Klæmint A. Olsen 2-2
90’ Búi Egilsson 2-3

Skála - AB (0-1)
90’ Filip í Liða 0-1

EB/Streymur - TB (0-2)
15’ Ndende Adama Guéye 0-1
68’ John Villi Leo 0-2


Støðan í Betrildeildini: 

1. NSÍ (35 stig) 15 dystir
2. Víkingur (35 stig) 17 dystir
3. B36 (34 stig) 15 dystir
4. HB (33 stig) 16 dystir
5. KÍ (32 stig) 14 dystir
6. Skála (21 stig) 17 dystir
7. TB (18 stig) 17 dystir
8. EB/Streymur (9 stig) 17 dystir
9. AB (8 stig) 17 dystir
10. ÍF (5 stig) 16 dystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder