Fótbóltur

Grannauppgerðir í fjórðingsfinaluni

Lutakastið til fjórðingsfinaluna háttaði seg so, at HB og B36 hittast í fjórðingsfinalu í mai. Harvið er eisini greitt, at eitt finalulið verður, sum er uttanfyri topp-fýra.

HB vann 2-0 á B36, tá liðini hittust fyrstí mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)

HB vann 2-0 á B36, tá liðini hittust fyrstí mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-22 21:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stutt eftir at seinasti dysturin í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið var av, var lutakast í Televarpinum.

HB varpaði steypavinnararnir Víking úr steypakappingini í gjár, og B36 basti KÍ í kvøld. Harvið var lagt upp til, at liðini uttanfyri tað, sum hevur verið "topp-fýra" í Betrideildini seinastu árini, høvdu betri møguleika at koma langt.

[object Object]
B36-fagnaður eftir 2-0 sigurin á KÍ í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Og HB-fagnaður í Sarpugerði í gjárkvøldið. Skjótt bresta grannarnir saman, har hálvfinalupláss er uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

Hesin møguleikin er størri, nú lutakastið til fjórðingsfinalurnar hava verið. B36 og HB vera paraði og verður liðið, sum kemur víðari úr hesum dystinum stórfavorittur at koma víðari. 

Bæði EB/Streymur og B68 fáa 1. deildarmótsstøðu á heimavølli. Í báðum førum kann gerast talan um lumpisligar uppgávur, og hjá B68 er tað grannauppgerð móti NSÍ. Tað burdi tó verið góðir møguleikar at komið í hálvfinalurnar. AB og 07 Vestur bresta saman. 

Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
EB/Streymur - Skála

B36 - HB
B68 - NSÍ
AB - 07 Vestur


Dystirnir verða spældir týsdagin 9. mai

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder