Fótbóltur

Grannauppgerð í lítlu steypakappingini

Manchester-feløgini spæla fyrra dystin um at koma í finaluna klokkan 20.

Seinast grannarnir hittust vóru Solskjær og United omaná (Mynd: EPA)

Seinast grannarnir hittust vóru Solskjær og United omaná (Mynd: EPA)

2020-01-07 18:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

32 dystir í FA Cup eru leiktir seinastu dagarnar, og tey flestu liðini, sum skulu spæla í 4. umfari eru funnin. 

Les eisini: FA Cup: Soleiðis háttaði lutakastið til 4. umfar seg

Eitt av liðunum ið skal spæla umdyst í 3. umfari er Manchester United. Ole Gunnar Solskjær og hansara menn vitjaðu Wolves leygarkvøldið, har tað endaði við 0-0 javnleiki. Tað tykist sum norski venjarin raðfestir Carabao Cup hægri, tí nógvir av føstu leikarunum vóru uttanfyri leygarkvøldið.

Manchester City spældi eisini leygarkvøldið. Teir ljósabláu vunnu 4-1 á Port Vale úr fjórðbestu deildini. Í fjør vunnu Guardiola og hansara menn Carabao Cup, og nú er málið fyrst og fremst at koma í finaluna.

Tað er altíð áhugavert, tá grannarnir hittast. Í kvøld verður tað á Old Trafford, og tað er tann fyrri av tveimum hálvfinalum. Fyrsta bríksl er klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder