Fult umfar er á skránni bæði í Okkara-deildini hjá monnum og SMS-deilduni hjá kvinum í dag.
Les meira um dystirnar í SMS-deilduni her:
H71 skræddi Stjørnuna sundur í 2. hálvleiki
Í ítróttarhøllini á Skala tók StÍF ímóti KÍF. StÍF hevði møguleika at leggja seg á annað pláss við einum sigri, men tað vóru gestirnir úr Kollafirði sum byrjaðu best, og førdi so at siga allan fyrra hálvleik, og fóru eisini til hálvleik við ein 10-14 leiðslu. Í seinna hálvleiki øktist leiðslan hjá KÍF, og tað var ongantíð nakar ivi um hvør fór avstað við sigrinum. Kollfirðingar endaðu við at vinna dystin 18-26. Rúni Joensen var toppskjútti hjá kollfirðingum við tíggju málum, meðan 17 ára gamli Bjarni í Selvindi skeyt átta mál fyri heimalið.
Í høllini á hálsi tók Kyndil ímóti VÍF. Her fóru vestmenningar avstað við sigrinum, tá teir gulu vunnu 23-28 eftir hálvleiksstøðuna 11-14. Stóri spælarin hjá VÍF var enn einaferða Filip Jojic, ið skeyt heili fjúrtan mál. Við sigrinum kemur VÍF uppá 14 stig, og er nú bert eitt stig aftanfyri StÍF á triðja plássi.
Í Klaksvík er tað oddur móti botni, har Team Klaksvík tekur ímóti H71. Tann dysturin byrjaði klokkan 17. Hálvleiksstøðan í Klaksvík var 7-15
Okkara-deildin:
StÍF – KÍF 18-26 (10-14)
Toppskjútti: Rúni Joensen 11
Kyndil – VÍF 23-28 (11-14)
Toppskjútti:
Filip Jojic 14
17.00: Team Klaksvík - H71
Støðan:
1. H71 18 stig (11 dystir)
2. Neistin 16 stig (12 dystir)
3. StÍF 15 stig (12 dystir)
4. VÍF 14 stig (12 dystir)
5. KÍF 11 stig (11 dystir)
6. Kyndil 8 stig (12 dystir)
7. Team Klaksvík 0 stig (11 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald