2021-02-21 19:21
ÍF vann greitt 3-0 á SÍ á Kambsdali í dag í Meistaradeildini hjá monnum í flogbólti.
Í 2. og 3. settið gjørdi ÍF nógvar útskiftingar, og leiktu til tíðir við einum næstan nýggjum og óroyndum liðið. Fokus er nógv á finaluna í steypakappingini komandi leygardag og tí blivu fleiri avgerðandi leikarar nógv spardir, ímeðan aðrir fingu nógva leiktíð.
ÍF legði hart út í 1. setti við at vinna 25-10 á einum heldur spøkum SÍ-liði. Í 2. setti kom vend í spælið hjá SÍ. Teir stríddust og spældu væl. ÍF hevði torført at vinna bóltarnar. Men tá avtornaði, vann ÍF 28-26.
3. og seinasta settið í dystinum vann ÍF trygt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald