
Tað er ikki bert føroyska landsliðið, ið hevur skapt yvirskriftir í sambandi við kappingina um at koma við til HM-kappingina í fótbólti, sum verður í USA, Meksiko og Kanada komandi summar
Eitt annað oyggjaland, Cap Verde oyggjar, ella Grønhøvdaoyggjar, eru komnar eitt stig longur enn Føroyar. Blue Sharks, kelinavnið hjá landsliðnum hjá Grønhøvdaoyggjum, megnaðu í gjárkvøldið at spæla seg beinleiðis til sjálva HM-kappingina.
Tað hendi tá Grønhøvdaoyggjar í gjárkvøldið vunnu 3-0 á suðurafrikanska landinum Eswatini, sum fyrr varð kallað Swaziland.
Við úrslitinum tryggjaðu Grønhøvdaoyggjar sær fyrsta plássið í sínum bólki, og harvið beinleiðis luttøku í HM-kappingini. Mæta afrikanska fótbóltstjóðin, Kamerun, endar á øðrum plássi í bólkinum, og skal spæla playoff-dyst fyri at tryggja sær HM luttøku.
Hini londini í bólkinum vóru Libya, Angola og Mauritius.
Ongin av leikarunum á liðnum hjá Cap Verde spælir til dagligt í heimlandinum. Spælararnir eru spjaddir kring stóran part av knøttinum, teir flestu tó í Portugal. Cap Verde oyggjarnar eru fyrrverandi portugisiskt hjáland, har búgva umleið 600.000 fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald