Fótbóltur

Grundleggjandi mistøk kostaðu dýrt í Cluj

Føroyska liðið fekk ikki sína uppreisn, hóast nøkur jalig ting vóru at síggja.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-03-26 21:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska liðið hevði nakað at prógva í Cluj í kvøld. Eftir 2-1 tapið á Malta var eitt ávíst trýst á, hóast uppgávan móti rumenum var ógvuliga trupul. Lars Olsen og Jóannes Jakobsen høvdu valt at gera tríggar broytingar í uppstillingar. 

Føroyska liðið vísti góðar taktir fyrstu løtuna. Eftir 10 minuttum kom eitt ógvuliga gott føroyskt álop, har serliga Gilli vísti seg frá sínu bestu síðu við at seta tveir mans av. Einki spurdist burturúr, men føroyingar høvdu gott tamarhald á fyrstu 25 minuttir, og teir fingu drigið leikferðina úr dystinum í nøkrum løtum.

Brádliga slóu rumenar til. Teir vístu kynismu tríggar ferðir. 1-0 málið, kom eftir at Kaj Leo í Bartalsstovu í tveimum førum ikki avgreiddi støðuna í okkara høgru, og Cluj-leikarin Deac fekk fatur á bóltinum, og smekkaði hann í málið. Málini til 2-0 og 3-0 vórðu skoraði av Keseru, og bæði komu eftir deyðbóltar, har føroyingar vardu illa fyri. Í samband við 2-0 málið var tað liðformaðurin, Atli Gregersen, ið ikki fekk ruddað burtur. Talan var um stór og grundleggjandi mistøk og manglandi uppmerksemi, ið kostaðu. Ein vælleikandi Heini Vatnsdal noyddist út við skaða eftir 1-0 málið.  

Hóast hetta fullu føroyingar ikki í fátt, og eftir at Klæmint Olsen og Odmar Færø høvdu havt góðar royndir, fingu Føroyar brotsspark. Hesaferð tók Viljomur Davidsen, og hann skoraði sera trygt. Rumenia kom buldrandi út til 2. hálvleik, og Hagi yngri, sum var komin inn í steðginum, burdi havt økt beinanvegin. Hallur Hansson hevði síðan ein fínan møguleika í hinum endanum, áðrenn Gunnar hevði tvær bjarginar. Stutt eftir dystin drap Rumenia fullkomiliga dystin. Eftir at hava vart fyri einum deyðbólti misti Hallur bóltin, og so revsaðu rumenar við bleytum skotið frá brotsteigarmarkinum, sum Gunnar Nielsen ikki fekk fatur á. 

Føroyar fingu ikki nakað burtur úr í kuldanum í kvøld. Innsatsurin lá ikki eftir, og tað vóru góðar taktir í spælinum til tíðir, men avgerandi alveringin og renningin manglaði í fleiri førum. Føroyska liðið hevði trupulleikar við returrenningum og við at fáa rudda bóltin burtur í fleiri førum. Feilirnir tætt við egna mál vóru ov stórir, verjuspælið ikki nóg neyt í summum steðgum. Rumenska liðið var nóg sterkt til at revsa tað, og til at hava gott tak á einum føroyskum liðið, ið hevur ein niðirtúr í løtuni. 

Føroyski hópurin fer heim í morgin. Næsta uppgávan er á heimavølli móti spaniólum, ið vunnu 2-0 á Malta í kvøld. Svøríki og Norra spældu 3-3 í grannauppgerðini í Oslo. Viðmerkingar verða á Portalinum um eina løtu. 

EM-undankapping - 2. umfar
Dr. Constatin Radulescu, Cluj 
Rumenia – Føroyar 4-1 (3-1)
1-0 26' Ciprian Deac
2-0 29' Claudiu Keserü
3-0 33' Claudiu Keserü
3-1 40' Viljormur Davidsen (br.)
4-1 63' George Puscas

Gunnar Nielsen - Gilli R. Sørensen, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Kaj Leo í Bartalsstovu ('66 Árni Frederiksberg) , Heini Vatnsdal ('26 Rógvi Baldvinsson), Brandur H. Olsen, Rene S. Joensen - Hallur Hansson ('78 Sølvi Vatnhamar) - Klæmint A. Olsen

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder