Leygarkvøldið gjørdust Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík íslendskir steypavinnarar 2023 við 3-1 sigri á KA Akureyri. Nú bíðar eitt annað steyp.
Les eisini: Gunnar og Víkingur eru íslendskir steypavinnarar
Víkingur Reykjavík hevur verið oddalið alt árið í bestu íslendsku mansdeildini. Fyri tað mesta hevur leiðslan verið greið, og nú restar bert ein sigur í fyru at tryggja meistaraheitið. 11 stig eru niður til Val, sum er einasta íslendska felagið, ið hevur vunnið á Vali í ár.
Fimm dystir eru eftir at spæla, og tað kann verða avgjørt í kvøld, tá KR Reykjavík vitjar. Grannarnir hjá Gunnari og teimum vitja, og heimaliðið er greiðir favorittur á pappírinum. Liðið hevur bert tapt ein dyst móti íslendskum felagi í ár. Tað var móti Vali.
Harvið er tað lagt upp til, at 28-ára gamli landsliðsspælarin úr Leirvík fær meira at fegnast um skjótt. Gunnar Vatnhamar hevur higartil staðið seg heilt væl í íslendskum fótbólti.
Fyrsta bríksl í Reykjavík í kvøld verður klokkan 20.15 føroyska tíð.
Gunnar Vatnhamar og liðfelagirnir hugsavna seg í dag um at gera arbeiði liðugt í landskappingini (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald