Tað gjørdist talan um stórt vónbrot hjá íslendsku meistarunum í 1. umfari í Champions League. Víkingur Reykjavík fekk ikki hol á í heimadystinum, og í Írlandi í gjárkvøldið gekk galið fyrstu løtuna.
Shamrock Rovers skoraði tvey kontramál innan fyrstu tjúgu minuttirnar, har tað var ov leyst hjá Víkingi. Í sambandi við 1-0 málið rann ein íri beint afturum Gunnar Vatnhamar, sum ikki var nóg árvakin í støðuni. Tala var um Dylan Watts, sum legði upp til leiðslumálið og 2-0 málið. Ungi Johnny Kenny skoraði bæði.
Víkingur jagstraði harvið tað mesta av dystinum og hevði harvið væl fleiri hornaspørk og skotroyndir.
Tað bragdaði, tá ein tími var spældur. Innskift Nikolaj Hansen sló til, men í yvirtíðini brendi royndi danin brotsspark.
31-ára gamli Hansen hevði møguleikan at javna til 2-2 og senda dystin í longda leiktíð, tá Shamrock klossut takklaði í egna brotsteigi. Tá hevði Víkingur sent nógv fólk fram - millum annað Gunnar sum spældi allar 90 minuttirnar í Dublin.
Skotið hjá Nikolaj Hansen fór tó framvið, og so kundi heimafjøldin á Tallaght-leikvøllinum í Dublin stórfegnast. Shamrock Rovers er víðari til 2. umfar í Champions League, ið er so umráðandi fyri eitt felag.
Tey bæði málini hjá Schamrock Rovers og brenda brotssparkið hjá íslendsku meistarunum síggjast HER
Víkingur og Gunnar Vatnhamar skulu hinvegin spæla í 2. umfari í Conference League næstu tvær vikurnar og noyðast nú at vinna tríggjar uppgerðir á rað fyri at koma í bólkaspælið.
Fyrst møta íselndsku greipuvinnararnir taparunum av Borac Banja Luka og Egnatia. Fyrrnevda - meistaraliðið úr Bosnia - er á odda 1-0 eftir fyrra dystin móti albansku meistarunum Tann seinni verður spældur í kvøld.
KÍ skal í kvøld royna at tryggja sær plássið í 2. umfari í Champions League - ístaðin fyri pláss í 2. umfari í Conference League. Føroyameistararnir eru á odda 2-0 eftir heimadystin móti Differdange.
Sí eisini:
Heilt ymiskar fyritreytir hjá B36 og KÍ
KÍ er fyri risastórum avbjóðingum
Dagført: 09.02
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald