Kappingarárið í Íslandi endaði við stórum vónbroti, tá Víkingur Reykjavík tapti 3-0 fyri Breiðablik á heimavølli í "finaluni" um íslendska meistaraheitið.
Sí eisini: Patrik Johannesen er íslendskur meistari
Víkingur Reykjavík reisti seg tó av álvara í dag, tá liðið spældi í 3. umfari í Conference League deildarspælinum.
Eins og í 2. umfari, vann liðið hjá Gunnari Vatnhamar á heimavølli - sum er á vanliga heimavøllinum hjá Breiðabliki.
Gunnar Vatnhamar skoraði móti Cercle Brügge fyri tveimum vikum síðani. Í dag var 29-ára gamli leirvíkingurin við til at halda málið reint.
Víkingur vann 2-0 sigur á Borac Banja Luka, har málini komu í 17. og 23. minutti. Síðani hildu føroyski landsliðsmiðverjin og hinir fast.
Gunnar Vatnhamar (Mynd: mbl.fo)
KÍ burdi vunnið størri enn 2-1 í heimadystinum móti Borac Banja Luka. Hetta kostaði deildarspæli (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Bosniska mótstøðuliðið sló KÍ út úr 3. umfari í Evropa League eftir 1-2 og 2-1 og síðani longda leiktíð í Bosnia.
Við sigrinum seinnapartin hevur Víkingur trý stig fyri seks dystir í Conference League deildarspælinum. Í løtuni liggur liðið til at skula spæla play-off dystir um at koma í áttandapartsfinalurnar. Næsta uppgáva er í Armenia móti Noah 28. november - Gunnar skal mánadagin til Armenia við landsliðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald