Fótbóltur

Gunnar og Víkingur fingið frálíka byrjan

Vunnu 4-1 á Breiðablik í 3. umfari og hava harvið framvegis fult stigatal. Gunnar Vatnhamar varð valdur á vikuliðið í Íslandi fyri aðru ferð í ár.

Gunnar Vatnhamar var við at syrgja fyri, at tað ikki gjørdist ov spennandi fyri oddaliðið Víking móti Patrik Johannesen og hinum í 3. umfari (Mynd: fotbolti.net)

Gunnar Vatnhamar var við at syrgja fyri, at tað ikki gjørdist ov spennandi fyri oddaliðið Víking móti Patrik Johannesen og hinum í 3. umfari (Mynd: fotbolti.net)

2024-04-23 13:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Greipuvinnararnir í Íslandi ætla sær ikki at helma í:

- Vit fara inn fyri at vinna allar dystirnar og vita hvussu langt tað røkkir. Og so hava vit ein sjálvandi ein dreym um at koma langt í Evropa

Hetta staðfesti Gunnar Vatnhamar fyri Portalinum, tá vit prátaðu við hann í Reykjavík fyrst í mánaðinum - beint eftir at leirvíkingurin hevði skorað í 2-0 sigrinum hjá Víkingi í 1. umfari.

Les eisini: Fantastiskt at koma í gongd á hendan hátt

Vatnhamar og Víkingur hava eisini víst seg at verið sterkir: Málið varð aftur hildið reint móti Fram í 2. umfari (1-0), og sunnukvøldið gjørdi Víkingur bart við 4-1 sigri á Breiðablik.

Tað kann væntast at hesi bæði føroyingarfeløgini fara at kappast í oddinum í bestu íslendsku deilini. Gestirnir úr Kópavági fingu tó ikki nógv burturúr í 3. umfari. Víkingur skoraði tvey tøtt mál í 1. hálvleiki, Breiðablik svaraði aftur í 37. minutti, men í 2. hálvleiki skoraði heimaliðið aftur tvey tøtt mál.

Gunnar Vatnhamar var við at syrgja fyri, at tað ikki gjørdist ov spennandi fyri Víking. Hann bjargaði á strikuni stutt fyri steðgin, tá tað var 2-1. Hetta verður nevnt í grundgevingunum hjá fotbolti.net, sum fast setur vikunar lið fyri bestu deildina.

Í gjár varð greitt, at Gunnar fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum er á hesum liðnum. Sterki 29-ára gamli verjukendi føroyingurin stendur sum høgri bakkur - hann spælir sum oftast sum høgri ella vinstri miðverji í Íslandi.

Víkingur Reykjavík er einasta liðið í deildini við fullum stigatali fyri trý umfør. Hósdagin er steypadystir á skránni. Breiðablik hevur seks stig og er á 3. plássi. Patrik Johannesen, sum er komin í gongd aftur eftir krossbandsskaðan, spældi seinastu minuttirnar sunnudagin.

Les eisini: Patrik er komin fyri seg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder