Fótbóltur

Gunnar og Víkingur Reykjavík skulu í deildarspælið

Arbeiði varð gjørt liðugt í Andorra í gjárkvøldið, tá Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir aftur hildu málið reint. Søguliga lutakastið verður seinnapartin.

Tað verður ein føroyingur í deildarspælinum í Conference League. Leirvíkingurin Gunnar Vatnhamar er umráðandi maður hjá Víkingi, sum hevur vunnið trý umfør á rað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað verður ein føroyingur í deildarspælinum í Conference League. Leirvíkingurin Gunnar Vatnhamar er umráðandi maður hjá Víkingi, sum hevur vunnið trý umfør á rað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-30 07:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gekk ikki hjá KÍ, sum misti á stokkinum í yvirtíðini í Helsinki, men føroysk umboðan verður aftur í bólkaspælinum í Conference League í ár.

Tað eru Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík, ið á fyrsta sinni skulu royna seg í bólkaspæli - tað sum nú er eitt deildarspæl.

Seinnapartin fáa leirvíkingurin og liðfelagirnir at vita, hvørjum seks liðum teir skulu hitta í heyst og í vetur. Lutakastið verður klokkan 13.30, sambært uefa.com.

Arbeiði við at koma víðari varð gjørt liðugt í gjárkvøldið. Víkingur vann heili 5-0 í Reykjavík í síðstu viku, tá Gunnar Vatnhamar skoraði eitt mál. Eisini í Andorra helt Víkingur málið reint. Tað endaði málleyst millum íslendsku greipuvinnararnir og Santa Coloma og harvið greiður sigur til Gunnar og teir.

Føroyski landsliðsspælarin hevur við hesum nógvar stórar og spennandi uppgávur restina av árinum: Deildarspæl, landsliðið, steypafiinala og meistarastríð í Íslandi, har Víkingur roynir at verja steypini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder