Fótbóltur

KÍ misti plássið í yvirtíðini

Árni Frederiksberg sendi KÍ á sigurskós, men beinleiðis reytt kort og vantandi uppdekking í brotsteignum kostaðu dýrt í kvøld. Eins og móti Banja Luka, vóru føroyameistararnir í góðari støðu at koma víðari.

Kappingarárið hjá KÍ 2024 fer at standa sum eitt stórt vónbrot. Tað kundi verið nakað øðrvísi, um KÍ var kaldari móti HJK - og í síðsta umfari (Mynd: KÍ)

Kappingarárið hjá KÍ 2024 fer at standa sum eitt stórt vónbrot. Tað kundi verið nakað øðrvísi, um KÍ var kaldari móti HJK - og í síðsta umfari (Mynd: KÍ)

2024-08-29 19:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ógvuliga nær við, at KÍ annað árið á rað skuldi spæla í bólkaspælinum í Conference League - tí sum nú er skipað sum eitt sonevnt deildarspæl. Tað glapp tó, eins og móti Borac Banja Luka. Ikki í longdari leiktíð men í yvirtíðini.

Árni Frederiksberg sendi annars KÍ á sigurskós í Helsinki við sínum 13. evropeiska málið. Vongurin legði afturat føroyska hesum metinum, men ikki við sínum gylta vinstra beini. 

Hallur Hansson fekk fatur á bóltinum eftir høgt trýst hjá KÍ, hann fann síðani Árna, sum hevði gott pláss í millumrúminum. 7' arin rak móti høgru og móti brotsteignum, og úr beint yvir tjúgu metrum sveiggjaði Árni høra beinið. Bólturin fór sendandi í netmestarnar, uttan at málverjin hevði nakran møguleika.

[object Object]
Trygt brotssparksmál í fyrra dystinum og ógvuliga vakurt mál í kvøld hjá Árna Frederiksberg (Savsmynd: Sverri Egholm)

Hetta var í 57. minutti og var talan um fyrsta skotið á mál í øllum dystunum. Bæði liðini tyktust heldur varin og eisini uttan skarpleika, tá tey komu upp á seinasta triðingin størsta partin av dystinum.

Føroyameistararnir fingu reytt kort nakrar fáar minuttir. Á klossuttan og óneyðugan hátt koyrdi Cedric Yambere fótin uppfrá og inn í beinið á mótsstøðu spælara beint uttanfyri egna brotsteig. Fríspark og gult kort - men HJK slapp ikki at taka frísparkið beinanvegin.

Endurtøkurnar, sum vit fingu í stroymingini, vóru ikki so greiðar, men tað er ilt at bólka hetta sum eitt greitt reytt kort. Kortini skuldi tað ígjøgnum VAR, og mín sann um ikki ísraelski dómarin skjótt kom við reyða kortinum. Fyrimunir til finnar, sum vóru favorittar.

Tað var tó ikki so, at KÍ var undir tungum trýsti restina av dystinum. Eins og í Føroyum, tyktiskt HJK at vanta greiðar ætlanir við bóltinum. KÍ vardi sum heild heilt væl við tíggju monnum fram til 90. minutt - tað gjørdist ongantíð heilt vandamikið - samstundis sum teir í kongabláum hótti fínt í tveimum førum.

Frír spælarar avgjørdu fyri finnar í yvirtíðini

Beint sum yvirtíðin byrjaði, gekk tó galið. Ein langur bóltur kom afturum Patrick Da Silva, ið als ikki fylgdi við, og frammanfyri málinum hevði Diago Tomas, sum hevði runnið seg leysan av Odmari Færø. 1-1 og forloysing hjá finnum.

Næsta álop: Fríspark til HJK sum varð tikið stutt. Tveir á heimaliðnum sluppu at spæla ótarnaður millum sín tvær ferðir, og so hevði finski liðformaðurin aftur púra frítt innlegg. Har dekkaði eingin Lee Erwin upp mitt fyri, og tvímálsskjúttin av Tórsvølli slapp at senda HJK í deildarspælið. Alexander Berntsson var hvørki nær við at tarna Erwin, og stóð sviin eisini so, at áleyparin ikki kundi vera rangstaddur.

Tað er at irða seg nógv um í KÍ-leguni, at slík grundleggjandi mistøk í verjustøðu í sambandi við innlegg kostaðu, tá KÍ hevði so gott tamarhald á fram til tað. Sjálvsagt spældi orkan, og harvið hugsavnanin, onkran leiklut.

Samanlagt teir báðar dystirnar spældi KÍ í undirtali móti HJK í yvir 80 minuttir - útvið ein heilan dyst. Og liðið hjá Espen Haug var betri samanlagt - serliga á Tórsvølli og hevði tamarhald leingi eftir 1-0 málið í dag. Tó varð tað ov lætt at skora móti KÍ í nøkrum førum, eisini 0-1 málið á Tórsvølli. Reyða kortið í dag var, eins og tann seinna hjá René Shaki í Føroyum, ein heilt óneyuð takkling, tó at tað kann bólkast í bíligara endanum.

KÍ var í góðari støðu móti bæði Borac Banja Luka og móti HJK Helsinki, har fyritreytirnar á ymsan hátt gjørdust truplar. Tað er tó eingin ivi um, at man í KÍ skal irða seg um, at tað ikki bar á mál í einum av hesum uppgerðum, í mun til at man hevði leiðslur og góðar støður.

Mótsstøðuliðini vóru ikki ræðandi, men tey bæði fara í deildarspæl og ikki KÍ, sum eftir 2-0 sigurin á Differdange í 1. umfari varð sligið út tríggjar ferðir. Nøkur góð avrik á vegnum, men ikki nóg samansett til víðari luttøku. Tað er so knívskorið í slíkum dystum, og til tað var KÍ ikki nóg kalt fyri at røkka evropeiska málinum tvey ár á rað.

UEFA Confernce League play-off umfar, seinni dysturin
Bolt Arena, Helsinki - hósdagin 29.08
HJK Helsinki  - KÍ 2-1 (0-0) 4-3 samanlagt
57' Árni Frederiksberg (Hallur Hansson) 1-0
90 (+1)' Diago Tomas 1-1
90 (+3)' Lee Erwin 2-1

KÍ (3-4-3): Mark Fabricius Jensen -Cedric Yamberé, Heini Vatnsdal (46' Odmar Færø) Alexander Berntsson - Jóannes Kalsø Danielsen, Hallur Hansson, Albert Ejupi, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, Páll Andrasson Klettskarð, Kristoffer Ødemarksbakken

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Mads Boe Mikkelsen, Deni Pavlovic og Joseph Micheal Williams

Høvuðsvenjari: Espen Haug

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder