Fótbóltur

Gunnar við til at senda Víking móti deildarspæli

29-ára gamli leirvíkingurin skoraði evropeiskt mál og var við at halda íslendska málið reint í knúsandi 5-0 sigrinum. Santa Coloma vendir helst ikki hesum í Andorra.

Gunnar Vatnhamar eftir mál sítt í 1. umfari í íslendsku landskappingini. Í kvøld skoraði føroyingurin í Conference League, har Víkingur Reykjavík helst verður millum liðini í bólkaspælinum/sonevnda deildarspælinum (Mynd: mbl.is)

Gunnar Vatnhamar eftir mál sítt í 1. umfari í íslendsku landskappingini. Í kvøld skoraði føroyingurin í Conference League, har Víkingur Reykjavík helst verður millum liðini í bólkaspælinum/sonevnda deildarspælinum (Mynd: mbl.is)

2024-08-22 21:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit fara inn fyri at vinna allar dystirnar og vita hvussu langt tað røkkir. Og so hava vit ein sjálvandi ein dreym um at koma langt í Evropa. Í fjør kiksaðu vit móti Riga beinanvegin, sjálvt um vit spæla. Vit halda, at vit kunnu meira enn 1. umfar í Evropa

Soleiðis segði Gunnar Vatnhamar við Portalin, tá vit hittu leirvíkingin í Reykjavík fyrst í apríl. Hetta var eftir fyrsta dystin í kappingarárinum hjá Víkingi Reykjavík. Tá skoraði føroyski landsliðsspælarin, sum eisini var við at halda málið reint.

Soleiðis var eisini í kvøld í Reykjavík, har Víkingur tók ímóti UE Santa Coloma í fyrra play-off dystinum í Conference League. Stórt tak móti evropeiska dreyminum hjá Gunnari og liðfeløgunum kundi takast, og Víkingur tók av í 2. hálvleiki, sum liðið spældi í yvirtali.

Tað var 1-0 eftir 43 minuttir, og so fekk Christian Garcia beinleiðis reytt kort. Í 2. hálvleiki skoraði Nikolaj Hansen sítt annað mál, Valdimar Þór Ingimundarson gjørdist tvífaldur málskjútti, og Gunnar Vatnhamar syrgdi eisini fyri einum máli.

Hetta var til 3-0 miðskeiðis í 2. hálvleiki. Eftir hornaspark rakti bólturin stongina, og so var Gunnar til reiðar at prika bóltin í netið.

Tað endaði 5-0 í Reykjavík, og harvið er Víkingur í frálíkari støðu at koma í bólkaspælið (deildarspælið)í triðsterkastu evropeisku kappingini. Har var Breiðablik - við Klæminti Andrasson Olsen - eisini í fjør.

Seinni dysturin verður í Andorra um eina viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder