Báðir føroyski landsliðsspælararnir spældu fullan dyst, tá Víkingur Reykjavík tók ímóti KA Akureyri í fjórða umfari í fremstu íslendsku deildini.
Tað vóru Gunnar Vatnhamar og Víkingur, ið kundu fegnast um trý stig, og var hetta mest 28-ára gamla leirvíkinginum at takka. Hann spældi í dag á verjukenda miðvøllinum, og í 87. minutti rann hann inn í brotsteigin og stútaði bóltin í málið eftir innlegg.
(Mynd: Kristinn Steinn Traustason)
Sí hetta: Gunnar: - Hevði ikki væntað tað nú - kundi ikki siga nei til hetta
Hetta merkir, at Víkingur Reykjavík framvegis hevur fult stigatal: Tólv stig og trý stig niður til Val á 2. plássið, og liðið hevur framvegis ikki latið mál inn. KA Akureyri hevur fimm stig og er í løtuni á sjeynda plássi. Pætur Petersen spældi á høgra vongi í kvøld.
Gunnar Vatnhamar byrjaði á bonkinum tveir teir fyrstu dystirnar, eftir at hann kom til Íslands. Nú hevur landsliðsspælarin spælt 90 minuttir tríggjar dystir á rað, og hevur hann higartil verið nýttir á sentrala miðvøllinum.
Talan gjørdist um eitt samanlagt gott føroyskt fótbóltsumfar í Íslandi, tí bæði Patrik Johannesen og Klæmint Andrasson Olsen í gjár skoraðu fyri Breiðablik. Klæmint avgjørdi við máli til 5-4 í yvirtíðini - hetta var fyrsti dysturin hjá rituvíkinginum í bestu íslendsku deildini. Breiðablik er á 5. plássi við seks stigum.
Les eisini: Klæmint gjørdist avgerandi í málveitslu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald