Fyrr í dag bar in.fo tíðindini um, at Gunnar Vatnhamar eftir øllum at døma er á veg til íslendskan fótbólt.
- Nógv bendir á, at Gunnar Vatnhamar verður seldur til íslendska Víkingur Reykjavík í vikuni. 28 ára gamli landsliðsmiðverjin hevur verið eitt álit í verjuni hjá Víkingi í Gøtu og Leirvík, men nú ljóðar at hann verður seldur til navnafelagið í Íslandi.
Gunnar Vatnhamar vandi við Víkingi í kvøld, men hann hevur helst spælt sín seinasta dyst har fyribils. Portalurin hevur fingið upplýst frá fleiri keldum, at flytingin nú er so at siga er komin heilt uppá pláss.
Tað er Víkingur Reykjavík, sum nú keypir leirvíkingin leysan. Liðið vann íslendska meistaraheitið í 2021 og endaði á 2. plássið í fjør. Harvið skal íslendska Víkingur spæla evropeiskan fótbólt, og til millum annað tað tað vil felagið hava styrk úr føroyska Víkingi.
Hvussu høgan keypsprís talan er um er ikki greitt. Um flytingin fer ígjøgnum verður tað sentralur profilur og landsliðsspælari nummar tvey, sum Víkingur selur uppá stutta tíð: Miðvallarin Noah Mneney skifti til Bryne í Noregi í vetur.
Íslendska flytingarvindeygað letur aftur leygarkvøldið á midnátt. Víkingur spælir í Fuglafirði leygardagin. Íslendska kappingin byrjar á páskum, og vit kunnu væntað at síggja enn ein føroyskan landsliðsspælara í henni skjótt.
Fótbóltur
Gunnar Vatnhamar fer til Íslands at spæla
Víkingur fer nú at missa enn ein lykalaleikara. Portalurin hevur fingið váttað, at 28-ára gamli leirvíkingurin og landsliðsspælarin verður seldur til Víking úr Reykjavík - talan er um oddalið í Íslandi.
Heimasíðan in.fo skrivaði fyrr í dag, at Gunnar Vatnhamar helst fer til Íslands. Nú kann tað næstan við 100 prosent vissu sigast, at soleiðis verður. Flytingarvindeygað í Íslandi letur aftur leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)
2023-04-03 19:08
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald