2023-04-07 21:21
28 ára gamli leirvíkingurin Gunnar Vatnhamar hevur sum kunnugt skift Víking í Eysturkommunu út við Víking í Reykjavík, og í dag kom hann til íslendska høvuðsstaðin.
Á heimasíðuni hjá nýggja felagnum sæst mynd, har Gunnar Vatnhamar er komin í reyða og svarta búnan, sum Víkingur spælir í.
(Mynd: Vikingur.is)
Víkingur skrivar, at Gunnar fer at hava talið nummar 6 á rygginum.
---
Sí longri samrøðu við Gunnar Vatnhamar: Skuldi tað vera, skuldi tað vera nú (9 min)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald