Hondbóltur

H71 beina kós móti FM-heitinum

Hoyvíkingar kunnu nú avgera tað á heimavølli í Hoyvík leygardagin. Í kvøld vunnu teir 32-25 ímóti KÍF í aðru FM-finaluni.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-04-06 20:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við 32-25 sigri á KÍF í aðru FM-finaluni hjá monnum í kvøld, hava hoyvíkingar beina kós ímóti føroyameistaraheitinum.

Støðan er nú 2-0 í finalusigrum, og munurin var so mikið stórur í dag, at kollfirðingar mugu koma við onkrum heilt øðrum, um FM-heitið ikki skal fara til H71 leygarkvøldið klokkan 19:30, tá liðini hittast í triðju FM-finaluni.

Hálvleiksstøðan var 16-8 til H71.

Á kvinnusíðuni kann H71 eisini vinna Føroyameistaraheitið leygardagin. H71-kvinnur hava vunnið tvær tær fyrstu finalurnar ímóti Neistanum, og liðini bresta saman aftur leygardagin klokkan 17:00.

KÍF - H71 25-32 (8-16)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder