Hondbóltur

H71 í 13 finalum

Umframt vaksnamannaliðini skulu nógv ungdómslið úr Hoyvík eisini spæla steypafinalur í ár. Neistin er eisini ógvuliga vælumboðað til steypafinaluvikuskifti við seks liðum í "A-finalum" á ungdómssíðuni, umframt besta mansliðnum.

H71 og Kyndil í ungdómsfinalu í fjør (Mynd: Hondbóltsamband Føroya)

H71 og Kyndil í ungdómsfinalu í fjør (Mynd: Hondbóltsamband Føroya)

2022-02-16 09:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frá fríggjakvøldinum og fram til sunnnukvøldið verður heilt nógvur steypahondbóltur í Høllini á Hálsi. 18 steypafinalur verða leiktar, og tað eru alt frá U10 og uppeftir - A og B-finalur til og við U14 - Eydudeildin og finalan hjá monnum. Finala nummar 19 verður helst leikt 19. mars. Talan er um kvinnufinaluna, ið er útsett vegna evropeisku luttøkuna hjá H71.

Stóra finalan hetta vikuskifti er mansfinalan leygarkvøldið klokkan 19, ið er ein endurtøka av finaluni í fjør millum H71 og Neistan. Tá vunnu hoyvíkingar eftir longda leiktíð. H71 er stórfavorittur í finaluni leygarkvøldið, og hoyvíkingar kunnu vinna triðja árið á rað - Neistin vann síðst í 2019.

Tað eru júst H71 og Neistin, ið eru best umboðaði í ársins steypafinalum. Sum vanligt hevur felagið úr Hoyvík flest lið. Í ár er talið trettan. Av hesum eru heili átta á hægsta støði í sínum aldursbólki (ungdómslið) - millum annað bæði U18 og U16-liðini - trý H71-lið spæla b-finalu, og so eru tað menninir og kvinnurnar. 

Neistin er ikki í nakrari b-finalu, men havarfelagi er umboðað við seks liðum á hægsta støði í sínum aldursbólki, um hugt verður eftir ungdómssíðuni, og menninir hjá Neistanum eru sum nevnt aftur í finaluni.

StÍF er í fimm finalum - millum annað í báðum U10 A-finalunum og hjá dreingir 16.

Niðanfyri er ein list yvir allar finalurnar. Samanlagt verða átta feløg umboðað í vikuskiftinum.

Leiksskráin fyri steypafinalurnar 2022

Fríggjadagin 18. februar:
kl. 18.30 G16: H71 – Kyndil
kl. 20.00 D16: StÍF – H71

Leygardagin 19. februar:
kl. 09.00 G10B: H71 b – EB
kl. 09.40 D10B: ÍA – H71 d
kl. 10.20 G12B: StÍF b – H71 b
kl. 11.15 D12B: Tjaldur b – Kyndil a
kl. 12.10 G10A: H71 a – Neistin a
kl. 12.50 D10A: StÍF a – Neistin a
kl. 13.30 G12A: StÍF a – Neistin a
kl. 14.20 D12A: H71 a – Neistin a
kl. 16.30 G18: Neistin – H71
kl. 19.00 Menn: Neistin – H71

Sunnudagur 20. februar:
kl. 12.50 Eydnudeildin
kl. 13.30 G14B: VÍF b – EB a
kl. 14.30 D14B: ÍA – EB
kl. 15.30 G14A: VÍF a – H71 a
kl. 16.30 D14A: Neistin a – H71 a
kl. 17.30 D18 H71 – VÍF

Leygardagin 19. mars:
Kvinnur: H71 - Kyndil

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder