Hondbóltur

H71 kann vinna triðja árið á rað

Hoyvíkingar eru stórfavorittar í mansfinaluni, ið byrjar í kvøld klokkan 19. Eins og í fjør hittast H71 og Neistin.

H71 gjørdist steypavinnari í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

H71 gjørdist steypavinnari í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-19 16:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Neistin er í sínari triðju finalu uppá fýra ár. Í 2019 eydnaðist tað á dramatiskan hátt at koppa grannunum, tá Rasmus Søby skoraði í síðsta sekundinum.

Í fjør endaði tað við longdari leiktíð í finaluni móti H71, men tað bar ikki á mál. Í ár eru hoyvíkingar stórfavorittar, men Neistin vísti í hálvfinalunum, at slíkt ikki altíð sigur so nógv.

KÍF var á hálvfinalukós eftir fyrra hálvleikin í hálvfinaluni í Havn, men Neistin, sum í løtuni er á sætta plássi í Burn-deildini, reisti seg, og við eitt máls-sigri í Kollafirði kom finaluplássið í hús.

H71 var greitt omaná móti VÍF, og í kvøld kunnu hoyvíkingar vinna steypið triðja árið á rað.

Fyrsta bríksl í Høllini á Hálsi verður klokkan 19. Sjónvarpið sendir beinleiðis frá dystinum og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder