EHF hevur boðað H71 frá, at Hoyvíkshøllin nú er góðkend til Europa Cup dystir.
Hetta merkir, at kvinnurnar hjá H71 spæla Europa Cup dystirnar móti A.C. PAOK úr Grikkalandi á heimavølli um smáar tvær vikur.
Dystirnir verða spældir fríggjakvøldið 15. november og sunnukvøldið 17. november, báðir klokkan 19 í Hoyvíkshøllini.
- A.C. PAOK er eitt kent og sterkt lið úr Grikkalandi, við eini langari søgu innan hondbólt. Liðið hevur vunnið fleiri meistaraheiti og er kent fyri sítt sterka verjuspæl og ágrýtnu leikarar. Hetta verður ein avbjóðing fyri okkara kvinnur, men vit hava ein møguleika at vinna, serliga um høllin verður full av viðhaldsfólki, skrivar H71.
Europahondbóltur hevur áður verið leiktur í Hoyvíkshøllini (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald