Hondbóltur

H71 lat 40 mál inn í Italia og tapti greitt

Ógvuliga ring útlit fyri víðari luttøku eftir fyrra dystin móti SSV Brixen. Liðini spæla aftur leygarkvøldið.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-10-17 20:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Við einum ógvuliga ungum liði og báðum dystunum á útivølli, var ikki so nógv sum bendi á, at H71 fór at spæla seg víðari móti SSV Brixen. 

Italska felagið hevur veruliga profilar - serliga í álopsspælinum - og koppaði VÍF í tveimum dystum í Føroyum í fjør.

Tað eydnaðist heldur ikki hoyvíkingum at veruliga bjóða av í Brixen í kvøld: Tað endaði 40-33.

Í steðginum var 20-14, og H71 fekk ikki justerað verjuna nóg væl ella neyðugu bjargingarnar til, at dysturin skuldi gerast spennandi. Heimaliðið skeyt eisini 40 mál í 2. hálvleiki og er stórfavorittur at spæla seg víðari.

Álopsparturin var meira jaligur hjá H71, hóast man ikki var heilt nóg effektivur. Blaðungi Jákup Egholm á vinstra vongi, ið eisini skýtur brotskøst, var toppskjútti hjá útiliðnum. Jón Rói Mohr Høgnesen á hinum vonginum og Rókur Ziskason skoraðu seks mál hvør.

Sí dómaraseðil her

H71 og SSV Brixen spæla aftur - í somu høll - leygarkvøldið klokkan 18 føroyska tíð. VÍF spælir í Vestmanna í annaðkvøld og leygarkvøldið.

European Cup 2. umfar -fyrru dystirnir hjá føroysku liðunum

Í dag, hósdagin 17.10
SSV Brixen - H71 40-33 (20-14)
Sí dómaraseðil her

Í morgin, fríggjadagin 18.10
20.00: VÍF - Handball West Wien 

Seinnu dystirnir verða spældir leygarkvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder