Hondbóltur

H71, Neistin og EB vunnu í dag

Tríggir dystir í SMS-deildini eru leiktir í dag..

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-12-10 16:22 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Tríggir dystir eru leiktir í SMS-deildini í dag. 

H71 tók ímóti Stíf í Hoyvíkshøllini. Úrslitið gjørdist 29-23 til H71, og hálvleiksstøðan var 15-11. Elsa Egholm gjørdist toppskjútti hjá heimaliðnum við 8 málum, og Natasja Hammer varð toppsjútti hjá Stíf við 10 málum. 

Í høllini á Hálsi leiktu Neistin og VÍF. Neistin vann 26-24, og støðan í hálvleikinum var 14-12 til Neistan. Bjørk F. Joensen var toppskjútti hjá neistanum við 10 málum, og Agnas Funn var toppskjútti hjá VÍF við sjey málum. 

Triðji dysturin varð spældur í høllini á Eiði, har eiðiskvinnur tóku ímóti stjørnuni. Dysturin endaði við einum 33-29 sigri til EB, og hálvleiksstøðan var javnleikur 15-15. Talita Alves var toppskjútti hjá EB við tíggju málum, og Durita Ljósheim Johansen var toppskjútti hjá stjørnuni við 11 málum. 





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder