Tað skal eitt ordans hál til hjá Neistanum og Kyndli, um seinnu hálvfinalurnar hjá kvinnunum í Faxe Kondi kappingini skulu gerast heilt spennandi. Mikukvøldið vunnu H71 og VÍF 24-19, og tí hava hesi bæði liðini nú eitt bein í hálvfinalunum.
H71 hevur ongantíð rokkið einari finalu á kvinnusíðuni, og tí kann talan gerast um eitt stórt kvøld hjá hoyvíkskvinnum í høllini á Hálsi. Neistin skal av álvara tálma Maritu Mortensen og Mariu Halsdóttir Weyhe og fáa gongd í málskjótingina í hinum endanum, um tær bláu skulu gera sær vónir um at koma í steypafinaluna.
Marita Mortensen skoraði ein triðing av málunum (8) hjá H71 í fyrru hálvfinaluni (Mynd: Sverri Egholm)
Kyndil skal av álvara gera bart í Vestmanna. Tær í gulum og bláum runnu frá steypavinnararunum í Havn mikukvøldið og vunnu 24-19; og tí sær tað sera trupult út hjá Kyndli, ið hevur verið í trimum teimum seinastu finalunum. VÍF hevur verið í finaluni trý útav teimum seinastu fýra árunum.
Seinnu hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum
Leygardagin 18.02
(18.00)
VÍF (24) - Kyndil (19) (Kann stroymast á kvf.fo)
Neistin (19) - H71 (24) (KVF vísir dystin í sjónvarpinum)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald