Lutakastið til 1. og 2. umfar í EHF European Cup hjá monnum hevur nú verið í Wien. Fýra føroysk lið eru við, og fyrst gjørdist greitt hvørjum Neistin og Team Klaksvík skulu spæla ímóti, tá føroyska luttøkan í kappingini fer í gongd í september. Síðani varð millum annað funnið útav, hvørjum tey møta, um tað eydnast at spæla seg víðari, og hvørjum VÍF og H71 skulu spæla ímóti.
Les eisini: Neistin fær mótstøðu úr Ísrael - Team Klaksvík úr Bosnia
Vinnarin av grundspælinum og føroyameistarin koma inn í 2. umfari í kappingini. Kanska fekk H71 eitt truplari lutakast á pappírinum, tí hoyvíkingar skulu spæla móti kroatiskari mótsstøðu. VÍF skal spæla móti Handball Esch, sum hevur vunnið nógv meistaraheitið í Luksemborg. Í 2021 tapti føroyska A-landsliðið fyri Luksemborg í HM-undankappingardysti á heimavølli.
H71 og VÍF standa til at hava útivøll fyrst. Í fyrstu umførunum í kappingini er tað tó vanligt, at liðini gera av at spæla báðar dystirnar í einum landi uppá tveir ella tríggjar dagar. Hetta av fíggjarligum og praktiskum orsøkum. Harvið er tað ikki vist, at dagfestingarnar og leikstøðini halda.
Sum nú er, standa dystirnir til at vera 14./15. oktober og 21./22.oktober. Um føroysku liðini í 1. umfari vinna seg víðari, so bíðar tá mótsstøða móti ávíkavist liðið úr Ísrael og Finnlandi.
EHF European Cup, 2. umfar
14./15. september og 21./22. september
Handball Esch (Luksemborg) – VÍF
MRK Trogir (Kroatia) – H71
Team Klaksvík/RK Sloboda – Maccabi Rishon Lezion (Ísrael)
Holon Yuvalim HC/Neistin – BK-46 (Finnland)
Allan Norðberg og Valur skulu fyrst spæla móti liðið úr Litava. Dánjal Ragnarsson og íslendsku meistararnir ÍBV, skulu, eins og VÍF, spæla móti liðið úr Luksemborg. Les eisini um lutakastið hjá kvinnum her
H71 hevur spælt í kappingini síðani 2019 - VÍF hevur ikki roynt seg í evropeiskari kapping síðani síðst í nítiárunum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald