Hondbóltur

H71 og VÍF vunnu

Tveir dystir í Burn deildini eru leiktir í dag.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-12-10 18:22 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Tveir dystir í burn deildini blivu leiktir í dag seinnapart.

Hoyvíkingar tóku ímóti StÍF í hoyvíkshøllini. H71 vann sannførandi 31-22, og hálvleiksstøðan var 15-10 til hoyvíkingar. Sveinur Olafsson og Louis Christy vóru toppskjúttar hjá H71 við sjey málum hvør. Toppskjútti hjá StÍF bleiv Kasper Sommer við seks málum. 

Ì høllini á Hálsi tóku neistamenn ímóti VÍF. Vestmenningar vunnu 26-21, og hálvleiksstøðan var 16-10 til VÍF. Tróndur Kragesteen gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum, og Filip Jojic var toppskjútti hjá VÍF við átta málum. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder