Hondbóltur

H71 spælir heimadystin sunnukvøldið

Hetta er heilt vist, sambært forkvinnuni í felagnum. Anna Dam sigur eisini við Dimmalætting í dag at tríggjar loysnir liggja á borðinum viðvíkjandi útidystinum, ið samráðingar nú eru um.

Evropeiska ævintýrið hjá H71 er í einum heldur løgnum kapittl í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)

Evropeiska ævintýrið hjá H71 er í einum heldur løgnum kapittl í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)

2022-02-16 13:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

H71-ferðalagið kom ikki longur enn til Póllands síðsta vikuskifti, tá helst størsti dysturin í søguni hjá kvinnusíðuni í felagnum skuldi spælast. Leikstaðið, Ukreina, var trupulleikin, tí støðan er so spent millum Ukreina og Russland, og tað var ikki mett at vera trygt at fara inn í landið.

Nú, tríggjar dagar eftir ætlaða dystin,  er tað framvegis ógreitt, hvussu verður við dystinum HC Galychanka Lviv - H71

Anna Dam, forkvinna í H71, sigur við Dimmalætting í dag, at bólturin framvegis liggur hjá feløgunum. Evropeiska Hondbóltssambandið er ikki komið fram til nakra avgerð og tekur bert eina einræðis avgerð, um feløgini ikki koma ásamt um nakað. EHF hevur lagt hesar tríggjar møguleikarnar fram fyri feløgini: 

- Dysturin í Høllini á Hálsi sunnukvøldið verður tann einasti og harvið heilt avgerandi

- Ein dystur verður, eisini í Føroyum fríggjakvøldið.

- Báðir dystirnar verða leiktir á uttanveltaðum vølli. Uppskotið frá EHF er Keypmannahavn

H71 hevur longu víst seinasta uppskotinum aftur

- Felagið metir seg hava gjørt sítt til at finna eina loysn, men ukrainska felagið hevur higartil havnað øllum uppskotum. Haraftrat er tað ein ov stór fíggarlig byrða hjá hoyvíkingum at fara av aftur landinum longu nú um vikuskifti, og praktiskt verður tað eisini ein avbjóðing við so stuttum skotbrái, sigur Anna Dam við dimma.fo.

Í løtuni eru samráðingar í gongd - tað einasta sum liggur fast er, at spælt verður í Føroyum sunnudagin.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder