Síðstu vikuskiftini hava kvinnuliðini hjá feløgunum spælt í European Cup, og nú eru tað mansliðini hjá VÍF og H71, sum stíga inn í 2. umfar í European Cup hjá monnum.
Hesi bæði liðini hittust í Vestmanna sunnudagin, har VÍF vann 37-35.
VÍF fekk báðar sínar dystir á heimavølli, meðan hoyvíkingar gjørdu avtalu við italska SSV Brixen um at spæla báðar dystirnar í Brixen.
Italska felagið vitjaði Vestmanna í 3. umfari í fjør. Har eydnaðist at vinna við samanlagt trimum málum í málríkum dystum móti VÍF.
Júst tað at italska felagið hevur sereginleikar og góðar skjúttar, eru teir í H71-leguni greiðir yvir, og skal man tálma tí. Hetta vísti Djóni Gaard Joensen, annar av venjarunum, á, í samrøðu við Facebook-síðuna hjá H71.
Vestmenningar stríddust við Brixen í fjør - talan var um tveir tættar og undirhaldandi dystir í Vestmanna (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Hoyvíkingar hyggja seg eitt sindur um í Brixen - hesaferð fekk italska liðið heimavøll móti føroyskum liði (Mynd: H71)
Hoyvíkingar eru spentir til dystin, sum byrjar klokkan 18 í kvøld. Hann kann stroymast HER.
Seinni dysturin í Brixen verður spældur leygarkvøldið - eisin klokkan 18. VÍF spælir sínar dystir fríggjakvøld og leygarkvøld. Teir eru ímóti West Wien. Liðið úr Eysturríki má metast sum favrottur til hesar uppgerðirnar.
Spenningur í Vestmanna undan evropeisku uppgerðunum (Mynd: VÍF)
European Cup 2. umfar -fyrru dystirnir hjá føroysku liðunum
Í dag, hósdagin 17.10
18.00: SSV Brixen - H71
(Stroyming: HER)
Í morgin, fríggjadagin 18.10
20.00: VÍF - Handball West Wien
Seinnu dystirnir verða spældir leygarkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald