Seinastu tvey árini hevur kvinnuliðið hjá H71 staðið seg ógvuliga væl í European Cup við at koma víðari fleiri ferðir bæði árini. Fleiri av lyklaspælarunum hesi árini eru tó burtur, og samanlagt er talan um eitt yngri lið við færri royndum nú.
Hetta er longu komið til sjóndar í SMS-deildini, og í tað sást eisini á Sisilia í dag. Italska Erice lat bert 17 mál inn móti H71 og vann við tíggju málum.
Hoyvíkskvinnur byrjaðu annars betri og skoraðu fimm mál fyrstu níggju minuttirnar. Støðan var 5-3 til H71, men so kom stígur í. Útiliðið skoraði bert tvey mál restina av fyrra hálvleiki. Sum heild var talan um eina rúgvu av tekniskum villum og "hakkut" spæl hjá báðum liðum. Verjurnar stóðu væl, og verjuspælið hjá H71 og nakrar bjaringar hjá Rúnu Jógvansdóttir Larsen hildu greipuvinnarunum inni í dystinum.
Í álopinum vórðu ymiskar royndir gjørdar at loysa upp; millum annað at hava tvær strikur. Tað var tungt hjá H71 at koma til opin skot, og fleiri skot sótu ikki heilt gjøgnum dystin - málverjin hjá Erice tók eisini væl frá.
Í steðginum var heimaliðið á odda við fimm málum, og munurin tvífaldaðist samanlagt í 2. hálvleiki. Harvið hevur H71 eitt stórarbeiði upp til dystin og undir seinna dystinum sunnudagin, um tað skal gerast spenningur um samlaða úrslitið í 1. umfari.
European Cup 1. umfar, fyrri dysturin
Erice, Italia - fríggjadagin 22.09
Erice - H71 27-17 (12-7)
Málini hjá H71:
<
Skýggjamynd: eurohandball.com
Seinni dysturin: Sunnudagin klokkan 17
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald