Í gjár vórðu tveir dystir leiktir í Okkara-deildini.
Les eisini: SMS-deildin: H71 og StÍF sigraðu
Hósvkvøldið legði StÍF seg á odda í deildini við sigri í Kollafirði. Í gjár kom H71 framum StÍF, tá Team Klaksvík varð skrætt sundur í Hoyvíkshøllini, og Team Klaksvík hevur fingið eina alt annað enn góða byrjan uppá kappingina.
Í Vestmanna var Kyndil á vitjan. Tað leikaði javnt á í 1. hálvleiki, men eftir steðgin trektu teir gulu og bláu frá, og VÍF hevur nú vunnið helmingin av sínum dystum. Filip Jojic skaraði enn einaferð framúr.
Øll liðini hava nú leikt einaferð móti hvørjum øðrum.
VÍF - Kyndil 29-23 (15-14)
Toppskjúttar: Filip Jojic 11 mál, Fyri Kyndil: Anders Rival og Hjalti Mohr Jacobsen 7 mál hvør
H71 - Team Klaksvík 41-20 (19-9)
Toppskjúttar: Vilhelm Poulsen (H71) 7 mál, Naito Nakahodo (Team Klaksvík) 5 mál.
Støðan eftir seks umfør:
H71 10 stig
STÍF 9 stig
KÍF 7 stig
Neistin 6 stig
VÍF 6 stig
Kyndil 4 stig
Team Klaksik 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald