
Hoyvíkskvinnur eru í gongd við eitt sannførandi kappingarár, og hetta er aftur staðfest í dag, nú steypið í Faxe Kondi kappingini er komið í hús. Tað skal harvið standa í Hoyvík í eitt ár, eftir at Kyndil hevur havt tað í varveitslu í eitt ár.
Greiða oddaliðið í SMS-deildini, sum eisini hevur havt eitt væleydnað evropeiskt ævintýr í vetur, legði betri út. Kyndil skoraði ikki fyrstu seks minuttirnar. Tær í grønum hingu tó rímiliga væl í til nakað áðrenn steðgin, men so økti H71 munin upp í fimm mál.
Tað gjørdist skjótt greitt í 2. hálvleiki, at tað allarhelst ikki fór at gerast ein spennandi endi uppá steypafinaluna, eins og tá liðini hittust í fjør, og Kyndil vann eftir longda leiktíð. Kyndilskvinnur og áskoðarnir í grønum royndu sítt, men í løtum vórðu heldur nógv tekniskt mistøk gjørd í álopsspartinum og skot brend. Og so var eisini talan um eitt vælspælandi H71-lið, sum hevði nógvar streingir at spæla uppá.
Talan var oftast um skjótt spæl, og Guðrið á Borg var trygg av høgra vongi - Anna Elisabeth Weyhe av hinum - Lukka Arge uppá brotskøst, Vár Zachariassen á strikuni, Maria Halsdóttir Weyhe hevði nøkur góð undirhondsskot, og so var ein x-faktor, sum Kyndil hevði ógvuliga torført at støðga - serliga fyri steðgin: Jana Mittún. Í sínari síðstu steypafinlu í Føroyum, fyribils í øllum førum, breyt Jana ofta ígjøgnum og setti annars stórt trýst á Kyndla-verjuna. Í seinna hálvleiki snúði tað seg mest um at spæla hinar væl upp, og tað eydnaðist væl hjá henni og Mariu.
Lív Zachariassen spældi serliga væl í miðverjuni - her í gjøgnumbroti
Turið Arge spældi eina frálíka finalu
Tað vóru løtur, har Turið Arge Samuelsen og hinar spældu heilt væl, og stríðsandin var allatíðina har hjá samanlagt unga Kyndla-liðnum, sum minkaði eitt sindur um munin móti endan. Jovana Stranjanac hevði eisini fleiri stórbjarginar eftir steðgin, men ein hørð H71-verja og ein sterk eind syrgdu fyri, at tað ongantíð varð tætt aftur á máltalvuni. Serliga vóru Zachariassen-tvíburðarnir stinnar í miðverjuni.
Hetta er triðja steypafinala, ið kvinnurnar hjá H71 hava vunnið, og allir sigrarnir eru komnir síðstu fýra árini, har H71 hevur verið í finaluni øll árini. Seinni fæst greiða á, um tað verður talan um tvífalt steypagull til Simon Olsen og H71.
Faxe Kondi steypafinala, kvinnur
Leygardagin 25.02 - Høllin á Hálsi
H71 - Kyndil 31-27 (17-12)
Dystargongdin:
5 min: 2-0
10 min: 5-3
15 min: 8-5
20 min: 11-8
25 min: 14-10
35 min: 21-15
40 min: 23-17
45 min: 25-18
50 min: 26-20
55 min: 29-23
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald